Eve Selis, sum fer á pallin í Sørvági í kvøld, er ikki hvør sum helst. Hon hevur vunnið fleiri amerikanskar tónleikavirðislønir, og hon er fjølbroytt í sínum tónleiki.
Hon var eitt av teimum fyrstu nøvnunum, sum Sørvágs Country-og Blues Festivalur avdúkaði.
Eve Selis, sum er úr San Diego í Kalifornia, hevur givið út fleiri fløgur.
Hon hevur eisini vunnið best americana artist fleiri ferðir, og hon hevur vunnið best americana song, best country song, best music video, best americana album og best pop album.
Hon er ikki bara kend fyri country-og bluestónleik, men eisini fyri eitt nú fólka-og rocktónleik.
Eve Selis fer á pallin á Dungasandi í Sørvági um midnáttarleitið í kvøld.