Rúsan er sum eitt apotek

Tað er andstyggiligt at hækka prísin á rúsdrekka fyri at fylla pengar í landskassan, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum

- Prísurin á rúsdrekka hevur onki sum helst við fíggjarmál ella vinnumál at gera.
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum er tí rættiliga ørkymlaður av teimum príshækkingum, sum vórðu settar í verk.
- Endamálið við príshækkingunum var ikki at tálma nýtsluni av rúsdrekka. Tað var at útvega landskassanum pening.
Og Pál Weihe staðfestir, at eftir hansara tykki er tað andstyggiligt, at prísurin á rúsdrekka verður hækkaður einans við tí endamáli at fylla pening í landskassan.
- Tað er ikki í familju við okkara sjónarmið í Fólkaheilsuráðnum. Eftir okkara tykki er rúsdrekkapolitikkurin eitt heilsumál og í hesum sambandi er tað púra óviðkomandi hvussu stórt yvirskotið hjá Rúsuni skal vera, staðfestir Fólkaheilsuráðið.

Rúsan er sum apotekini
Fólkaheilsuráðið er av teirri áskoðan, at rúsdrekkaspurningar, eru ikki fíggjarmál ella vinnumál.
- Tí átti tað at verið landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum umsitur Rúsina.
Fólkaheilsuráðið sigur, at Rúsan hevur somu støðu í føroyska samfelagnum, sum apotekini.
Ráðið hevur tað áskoðan, at bæði Rúsan og apotekini eru veitingarstøð av eini serligari vøru, sum ikki er ein vanlig handilsvøra, men sum hinvegin er ein vøra, sum kann elva til stóran skaða á einstaklingar og samfelag.
- Hetta er tað grundleggjandi sjónarmiðið, sum vit mæla til, verður lagt til grund í viðgerðini av viðurskiftum Rúsdrekkasølu Landsins í Framtíðini, sigur Fólkaheilsuráðið í tilmæli sínum í sambandi við at Rúsan nú eisini skal hava opið leygardag.
Les eisini greinina:"Rúsan má vera eitt sindur moderna",
"Skulu ikki drekka meir enn sjey litrar" og greinina
"Hóttir við at hækka prísin í Rúsuni enn meir"