Rúsan í Miðvági byggir út

- Hølini hava verið ov trong frá fyrsta degi av, og nú verður so bygt upp í, so handilin fær munandi betri umstøður, sigur Allan Nielsen, leiðari í Rúsuni í Miðvági

Ein av deildunum hjá Rúsuni, sum heilt frá byrjan av hevur virkað undir ógvuliga trongum umstøðum, er deildin í Miðvági. Tað hjálpti heldur ikki um plássið, tá handilin broyttist til at gerast ein sjálvtøkuhandil, men nú verður so bøtt um hatta.

Tað er arbeiðarafelagið í Vágum, sum saman við arbeiðsgevarunum eiga húsini, har Rúsan heldur til, og nú hava feløgini so gjørt av at byggja upp í, so hølisviðurskiftini hjá Rúsuni verða munandi betri. Arbeiðarafeløgini eiga 80% av bygninginum, meðan arbeiðsgevararnir eiga seinastu 20%.

- Ætlanin er, at uppíbygningurin skal gerast goymsla, meðan allur verandi bygningur skal fevna um sjálv handilshølini. Hetta fer at geva okkum munandi meiri pláss í sjálvum handlinum, og umstøðurnar sum heild gerast nógv betri, sigur Allan Nielsen, leiðari í Rúsuni í Miðvági.

Seinni er so ætlanin at byggja ein lílan bygning niðan úr norðara enda soleiðis, at bygningurin verður symetriskur.

- Soleiðis, sum tíðarætlanin sær út, verður bygningurin innilokaður í mars, og tá skuldi verið mest sum klárt at tikið hann í nýtslu hjá okkum, sigur Allan Nielsen.

Umframt leiðaran er eitt fólk aftrat knýtt at Rúsuni í Miðvðagi, tó bert til 60% tíð.