Tað sigur Jógvan Jacobsen, rakstarleiðari í Rúsuni..
Vanliga er sølan í desember mánaða stór, men tað kemst eisini av, at tað er vorðið alt meira vanligt at arbeiðspláss og fyritøkur bjóða til jólaborðhald.
Í ár byrjaðu jólaborðhaldini longu seinast í november mánaða. Kanna vit tølini sæst, at Rúsan í fjør frá 15. november og fram til um hesa tíð í ár, seldi fyri umleið 6,1 mió. krónur. Í sama tíðarskeiði í ár er selt fyri 6,3 mió. krónur.
Hetta árið hevur sett met, og tað merkist at nógvur peningur er í samfelagnum, sigur Jógvan Jacobsen, sum vænar, at sølan í desember í ár verður umleið einar 13 mió. krónur.