Eitt uppskot frá Kára á Rógvi, sum áleggur sølustøðunum hjá Rúsuni at taka ímóti øllum lógliga seldum pantiíløtum, er til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í dag.
Kári á Rógvi skjýtur upp, at eitt stykki a verður sett inn paragraf tvey í lógini um pantiíløt, sum skal verða soljóðandi:
»Rúsdrekkasøla landsins hevur skyldu á øllum sølustøðum sínum at taka ímóti øllum pantíløtum lógliga í umferð í Føroyum. Útsøluhandlar, ið lata fyri meira enn kr. 1 mió. í pantafturgjaldi árliga um sjálvavgreiðslu, hava skyldu at taka ímóti øllum íløtum, sum veitarar teirra brúka í Føroyum«.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Kári á Rógvi soleiðis, stutt og greitt:
» Lógaruppskot um sama evnið varð tikið aftur, tí Rættarnevndin vísti á aðrar viðkomandi loysnir.
Við hesum uppskoti verður tryggjað, at av slepst við øll pantíløt í Rúsdrekkasølu landsins.
Somuleiðis, at allar størri fløskuautomatir taka øll íløt, sum veitarar teirra brúka. T.d. fer hereftir ikki at verða lógligt hjá størri handlum at selja pantíløt frá Føroya Bjór, Okkara, Coca Cola ella Faxe uttan at taka øll íløt teirra inn, sum eru í umferð í Føroyum. Brúkarin skal ikki koma í stórhandil við t.d. blikki/dós av merkinum X og fáa at vita, at tey bert taka fløskur frá X«.
Uppskotið kemur sum nevnt til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í dag sum seinasta punkt á skránni.