Úr Sandvík í Hoydalar

Tvey syskinabørn hugleiða um at flyta heimanífrá

Barbara Thomsen og Iris J. T. Thomsen
?????????????????????????????????

So leingi vit kunnu minnast, hava vit droymt um at ganga í student í Havn, og at vit skuldu búgva saman var eisini partur av ætlanini. Í august 2003 gjørdist hesin dreymur til veruleika, tá ið vit fluttu úr heimbygdini Sandvík til Havnar at ganga í Hoydølum. Eisini høvdu vit báðar fingið kamar á studentaskúlaheiminum í Berjabrekku.
Sjálvar halda vit tað vera ein fyrimun, at vit sum syskinabørn búgva í sama húsið. T.d hava vit verið úti fyri at missa ein av okkara kæru í heimbygdini og var tað tá ein góður stuðul at hava hvørja aðra, tí vit vildu tá sjálvandi vera saman við onkrum í familjuni.
Báðar hava vit arbeiði her í Havn og liggur tað soleiðis, at vit hava frí annað hvørt vikuskifti og fara vit tá suður.
Vit halda tað vera sera mennandi at flyta heimanífrá, tí at vit skulu jú øll ein dag standa á egnum beinum, og er hetta ein frálík byrjan.
Nevnast kann eisini, at vit virðismeta heimbygdina høgt, hóast vit ikki búgva har longur. Tað er deiliga friðarligt og avslappandi at kunna fara suður at slappa av av og á.