Rúsdrekka í handlar: Hægri prísir og minni úrval

Skulu handlar selja rúsdrekka, er sannlíkt, at úrvalið verður minni og prísirnir hægri, sigur stjórin í Rúsuni

– Tað er ikki vist, at tað bara verður ein fyrimunur, at lata handlar sleppa at selja rúsdrekka.

 

Tað heldur Rógvi Andrias Fossádal, stjóri í Rúsuni.


Seinastu tíðina hava røddir verið frammi um at handlar skulu selja øl og vín.

 

Stjórin í Rúsuni hevur onga meining um, hvussu rúsdrekka skal seljast í Føroyum, tí tað er ein politiskur spurningur burtur av.

 

 

Les eisini: Rúsan fær kanska onkra deild afturat

 

 

Men hann heldur kortini, at tað eru nakrir spurningar, sum eiga at verða umhugsaðir í hesum sambandi.


Eitt, hann heldur at vanlig semja er um, er, at skulu handlar selja rúsdrekka, fer úrvalið at minka, tí tá fara handlar at leggja seg eftir teimum sløgum, sum selja mest.

 

 

Les eisini: Frí rúsdrekkasøla fer at avmarka úrvalið

 

 

– Handlar skulu hava vinning og tí fara teir at hugsa mest um tað, sum fólk keypa mest av, og tí er vandi er fyri at úrvalið fer at versna.


 
Hinvegin heldur Rógvi Andrias Fossádal, at tað er eisini sannlíkt, at prísirnir á rúsdrekka fara upp.

 

Hann vísir á, at Rúsan hevur nógvar stórrakstrarfyrimunir.

 

– Vit keypa í stórum og tí fáa vit hampiliga góðar prísir. Samstundis verður farmur, handfaring og rakstrarútreiðslur, lutfalsliga minni, tí tað verður býtt javnt yvir øll sløgini vit hava.


Tað heldur hann kann verða ein avbjóðing hjá handlum, sum skulu innflyta somu nøgdir.


Hinvegin heldur hann eisini, at tað kann geva rúmd fyri einum serhandli við rúsdrekka í Havn. Men hann heldur framvegis, at ein slíkur serhandil fer neyvan at kunna bíleggja rúsdrekka so bíligt, sum Rúsan kann av tí at keypt verður í stórum.


Og verður ein serhandil í Havn, er eisini ein spurningur, hvussu tænastan verður til øll tey, sum búgva uttanfyri Havnina.


– Skulu vit tosa um samhaldsfesti og at allir føroyingar skulu fáa somu tænastur, er ein skipan sum tann við Rúsuni, eisini ein pinkalítil partur av tí, heldur stjórin í Rúsuni.