Rúsdrekka- og narkotikaráðið takkar fyri seg

Eftir at hava virkað í góð ellivu ár, verður Rúsdrekka- og narkotikaráðið avtikið 1. januar 2002. Endamálið, um ikki at veksa um nýtsluna av rúsdrekka, er eydnast. Fyribyrgingarráðið við víðkaðum arbeiðsøki tekur yvir frá fyrsta degi í komandi ári

 

Fyribyrging

Hin fyrsta dagin í komandi árið, 2002, er tað einki, sum eitur Rúsdrekka- og narkotikaráðið longur. Orsøkin til hetta er, at landsins myndugleikar hava valt at skipa soleiðis fyri, at tað í framtíðini verður eitt Fyribyrgingarráð, har rúsdrekka og narkotika innganga sum partar av virkseminum.

Rúsdrekka- og narkotikaráðið varð sett á stovn í 1990 av Olaf Olsen, sum var landsstýrismaður um hetta mundið. Frá fyrsta degi av hevur rúsdrekka- og narkotikaráðið verið virkið í Føroyum. Men nú hetta harrans ár gongur móti endanum av sínum tíðarlopið, gevst ráðið at virka.


Rúsdrekkalóg

Tað er einki yvir at dylja, at størsti parturin av virkseminum hjá Rúsdrekka- og narkotikaráðnum hevur havt við rúsdrekkalógina at gjørt. Rúsdrekkalógin byrjaði at virka í 1992, og hetta merkti eitt nú, at teir so væl vitjaðu rúsdrekkasølurnar sóu dagsins ljós og góvu teirra íkast til dagin og vegin hjá mongum borgara í landinum.

Uppgávan og endamálið við Rúsdrekka- og narkotikaráðnum er at vera rúsdrekkatálmandi, soleiðis at tað eitt nú verður forðað fyri misnýtslu. Rúsdrekka- og narkotikaráðið ásannar tann veruleika, at í Føroyum verður drukkið nakað av rúsdrekka, og hesa mynd kann Rúsdrekka- og narkotikaráðið royna at ávirka við fyribyrging fyri eygað.

Till tess at virka fyri, at rúsdrekkatálmandi málsetninginum, so metir ráðið, at kostnaðurin og atkomiligheitin vera best hóskandi evnini at royna at ávirka. Eisini hugburðarrøkt varð mett rættiliga ovarliga hjá ráðnum.

Í formansfrágreiðingini sigur Pál Weihe, at tað hevur alstóran týdning at virksemið hjá Rúskdrekka- og narkotikaráðnum ikki heldur uppat at virka ? eisini um rúsdrekkasøla verður gjørd frí í Føroyum. Rúskdrekka- og narkotikaráðið er ímóti at loyva fríari sølu av rúskdrekka í Føroyum, t.e. at vanligar sølubúðir kunnu sleppa at selja rúsdrekka, sum vit eisini kenna úr eitt nú Danmørkini.

Rúsdrekka- og narkotikaráðið hevur eisini gjørt nógv við at fara út til skúlar og stovnar, har kunnað verður um rúsdrekka og hvørja ávirkan hetta kann fáa, við serligum atliti at misnýtslu. Tað hevur einamest verið Poul Jákup Thomsen, sum í góð fimm ár tók sær av hesari uppgávuni.

Nú ráðið er farið at gera upp, hvussu tað hevur eydnast hjá teimum hesi árini ráðið hevur virkað, so sita hesi í nevndini: Marjun Weihe, Lene Rauff Nielsen, Janus Jensen, UniVestureið, Eyðhild Christiansen, Kjartan Dam Joensen og Pál Weihe, formaður.


Fyribyrgingarráð

Tað er tó ikki soleiðis, at virksemið hjá Rúsdrekka- og narkotikaráðnum heilt steðgar á nýggjárinum, um tó í einum øðrvísi líki. Landsstýrismaður setti fyri einum góðum ári síðani eitt fyribyrgingarráð, sum stutt og greitt kallast fyri Fyribyrgingarráðið.

Í Fyribyrgingarráðnum verða fleiri ráð, sum hava tykist við fyribyrging sameind í eina eind, eins og tað eisini er vorðið pláss fyri onkrum heilt nýggjum arbeiðsuppgávum, sum einki ráð hevur havt at tikið sær av frammanundan. Eitt nú AIDS-ráðið og Tubbaksráðið eru vorðin partar av nýggja fyribyrgingar myndugleikanum í Føroyum. Fyribyrgingarráðið hevur nú virkað í eitt ár, men fer veruliga undir sítt virksemi frá fyrsta degi í komandi ári.

Eins og við Rúsdrekka- og narkotikaráðnum, so er Fyribyrgingarráðið eisini mannað av umboðum frá ymsum myndugleikum.

Heðin Thomsen, formaður fyri Fyribyrgingarráðið, sigur, at teir fyrsta dagin fara at seta ein skrivara, sum skal mannað skrivstovuna hjá Fyribyrgingarráðnum. Eisini ætlar ráðið sær at gera sær dælt av konsulentum á ymsum økjum. Fyribyrgingarráðið hevur júst fingið høli úti á Argjum, og tað verður eisini har, at nýggi skrivarin kemur at starvast.

Heðin Thomsen kallar tað fyri fyribyrging móti vælferðarsjúkum, sum ráðið fyrst og fremst fer at fáast við, men hesa næstu tíðina verður miðjað ímóti at royna at skipa arbeiðið sum best. 1,3 milliónir eru settar av til virksemið hjá Fyribyrgingaráðnum.