Rúsdrekkasølan økt

Rúsdrekkasøla Landsins boðar frá stórum vøkstri í søluni, bæði hvat krónum og nøgd viðvíkur Um tað er tekin um góðar tíðir, ella tað bara er ein ábending um, at føroyingar drekka meiri, skal ikki gitast um. Ein sannroynd er í hvussu er, at sølan av rúsdrekka er munandi økt í fjør í mun til árið fyri.

Talan er um vøkstur í bæði nøgd og krónum. Hagtalsuppgerðin var ikki liðug í morgun, men tað stendur í hvussu er fast, at mongu nýggju ølsløgini, sum Rúsan byrjaði at bjóða sínum kundum í heyst, gav ølsøluni eitt øgiligt lop upp eftir.

Sum nevnt vóru hagtølini ikki heilt klár í morgun, men har vóru greiðar ábendingar um, at innan øl, vín eins væl og sterkaru løgirnar var talan um økta sølu.

Væntadi hava vit fleiri og meiri ítøkilig tøl við í blaðnum í morgin.