Vit hava meir enn 2000 morfin narkomanar í Føroyum. Vit eru partur av einari skipan, sum skapar fleiri rúsevnisnýtarar. Vit raðfesta revsing hægri enn viðgerð. Ergo: Alt peikar skeivan veg, so sjálvandi hava rúsevnir sítt pláss í løgtinginum.
Men hvat hendi, tá Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn prikaði hol á kjakið um rúsevni? Ongin í løgtinginum lurtaði eftir, hvat bleiv sagt. Og ongin var áhugaður í at tosa við mannin. Mín spurningur er hví? Og hví góðtaka vit, at Sirið Stenberg ikki vil broyta lógina so leingi, hon er sitandi?
Fyrimyndin hjá Føroyum
Vit byrja við byrjanini. Tað var USA, sum byrjaði ”war on drugs” politikkin. Mann tók pískin fram, tí einasta svarið uppá at steðga rúsevnum var revsing. Logikkurin er: Jú harðari mann revsar - tess færri rúsevni. Hetta er tann sama skipanin, sum vit hava adopterað í Føroyum.
Aftaná, at USA hevur svingað við pískinum og revsað í full speed í 10-tals ár, er úrslitið, at USA í dag meistari í harðari revsing, flest fangum í heiminum og flest cannabis og kokain misnýtarum í heiminum.
Óansæð, hvussu tú snarar og vendir tí, so merkir hetta, at ”war on drugs” politikkurin ikki virkar tálmandi. Skipanin gevur øvugta effekt: Økt tal av fangum OG økt tal av rúsevnismisnýtarum.
Skeivt fokus
Í Føroyum hava vit valt cannabis (hash sambært fo miðlum) sum høvuðssyndara. Men eg tori at pástanda, at øll rúsevnisnýtsla er eitt symptom upp á nakað annað. Veruligi trupulleikin er mannalagnur, sum ikki verða loftaðar nóg tíðliga av samfelagnum.
Í Føroyum ”loysa” vit trupulleikan við pískinum. Hasir fanarnir skulu læra tað. Í brummuna við teimum. Úrslitið er, at fangarnir fáa eyka trupult við at fáa arbeiði, tí teir ikki hava eina reina straffattest. Fangarnir fáa eisini eitt intensivt skeið í at smugla, stjæla, selja o.a., tá teir sita í spjellinum. Fangarnir koma at kenna enn fleiri, sum eru í einum ”keðiligum umhvørvi”. Og fyri at gera ironi’ina kompletta, so er tað ríkiligt av rúsevnum í fongslinum.
Heilt stutt: Vit oyðileggja mannalagnur enn meir, tá vit tveita fólk í geglið. Vit gera ikki borgarar til betri fólk, men til betri lógarbrótarar.
Lóglig rúsevni
Hyggja vit at okkara fyrimynd, so er USA komið so langt út at skíta, at mann ikki hevur pláss fyri fangunum meir. Fangar eru eisini blivnir til pengar. Privat fongsul poppa upp í heilum, har endamálið er at tjena pengar upp á fangar. Og so eru fangar eisini deiliga bílig arbeiðskraft, so hví ikki brúka teir sum eitt slag av lógligum trælum? Um tað er "Fangar eru pengar" sloganið, sum vit stremba eftir, so er bara at koyra ahead. Men um vit meina tað seriøst, tá vit tosa um at minka rúsevnisnýtslu, so eru tey lógligu rúsevnini nógv meira áhugaverd og relevant.
Hyggja vit aftur at fyrimyndini, so doyggja fólk hvønn 19 minutt av yvirdosis í USA. Og her tosa vit um lógligan ”heilivág”. Hetta merkir víðari, at tað doyggja fleiri fólk av lógligum heilivági í USA enn av bæði kokain og heroin samanlagt.
Lógligur heilivágur er ein mega pengamaskina, sum byggir á eina rættiliga geniala skipan. Tekur tú t.d. heilivág fyri at lækka kolostoroltalið, so er tað vanligt, at mannfólk verða impotent. Men hey! so fært tú bara viagra á vegnum. Úrslitið? Nú ert tú knappliga bundin av tveimum heilivágum, har pengarnir enda í lummanum á lógligum pusharum.
Sama mynstrið ger seg galdandi fyri Ritalin (heilivágur á læknamáli. Rúsevni á gøtuni). Tá tú tekur Ritalin, er tað vanligt, at mann ikki fær sovið. Loysn? Sovimedisin! Og so verður also dupult bundin. Hóast er lógligt, so er Ritalin meir vanadannandi enn cannabis og er í sama bólki sum morfin og kokain, tá talan er um euforiserandi evnir.
... og apropos morfin: Sambært tølum, sum 420 Hampafólk hava fingið útflýggjað frá Landsapotekaranum, so hava vit omanfyri 2000 lógligar morfin narkomanar í Føroyum!
Lurtið eftir manninum
Eg sigi ikki, at maðurin í Framsókn hevur rætt, men vit mugu blíva samd um, at lógarverkið ikki samsvarar við ta vitanina, vit hava um rúsevni og heilivág.
Sjálvt topparnir innan løgregluna í USA siga, at war on drugs skipanin ikki riggar. Og tað er ikki bara ein toppur, men heili 82% av toppunum.
Hóast øll hagtøl, kanningar og fakta klárt vísa, at war on drugs er eitt no-go, so vilja politikarar tiga rúsevnir í hel. MEN! Sjálvt um politikarar í Føroyum ikki vilja tosa um rúsevnir, so er tað akkurát har, bólturin liggur, tí hvørki fangar, tann vanligi borgarin ella topparnir hjá løgregluni fáa broytt nakra lóg.
Hóast tað er eitt eldfimt evni - og argumentið talar beint móti sunnari fornuft, og alt tað vit eru von við at hoyra - so hevur Portugal helst besta boðið upp á eina loysn, sum tit sjálvi verða noydd at lesa tykkum fram til.