- Tað er ov lætt hjá ungum at fáa fatur í rúsevnum. Vit á Barnaheiminum síggja alt ov nógv rúsaði ung og okkara starvsfólk síggja eisini, at rúsevni verða seld úti á gøtuni, uttan fyri dansistøðini í býnum, sigur Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum. Hon heldur, at hetta bendir á, at eftirlitið hjá myndugleikunum ikki er nóg gott.
Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, er samdur.
- Ung, sum eg tosi við, siga, at ein má vera idiot, um ein skal verða tikin. Serliga tey nýggju syntetisku evnini eru torfør hjá løgregluni at steðga. Narkohundarnir skulu næstan hava nøsina niðri í evnunum, um teir skulu megna at lukta tey. Eg kenni eisini eldri kvinnur, sum hava fingið konvoluttar í postinum við pulvuri í. Tá sigur tað seg sjálvt, at eftirlitið er ov vánaligt, sigur hann.
Nakað av práti hevur eisini verið um trupulleikan við, at Ritalin, medisin fyri ADHD, verður bæði tikið og selt sum rúsevni.
Mariann Reinert, umboð fyri SSP-samskipanina sigur, at tey eru fleiri, ið nýta hassj sum sjálvmedisinering.
- Vit vita eisini um føri, har ung fólk við ADHD selja Ritalin sítt og keypa hassj í staðin, tí tey siga, at hassjið hjálpir betri enn Ritalinið, sigur hon.
Martin Kúrberg heldur, at onkrir læknar kanska eru ov skjótir at geva fólki heilivág.
- Onkrir teirra skuldu hildið reseptblokkinum longur niðri í lummanum, serliga nú vit hoyra, at fólk selja heilivágin víðari, sigur hann.