Rúsevni: - Vit mugu styrkja eftirlitið

Tað er meira hassj í Føroyum í løtuni, enn tað hevur verið fyrr í ár, váttar løgreglan

Martin Kúrberg, sum er leiðari á viðgerðarheiminum fyri ung á Eiði, upplivir, at seinastu vikurnar eru fleiri ung enn vanligt byrjað at fáa trupulleikar við rúsevnum - serliga hassji. 

 

Løgreglan váttar mistankan hjá honum.

 

- Tað er nógv hassj í Føroyum í løtuni, og tað er meira, enn tað hevur verið fyrr í ár. Tað er nógv á marknaðinum beint nú av alskyns slag, sigur Kurt Rasmussen frá narkodeildini hjá løgregluni.

 

Martin Kúrberg heldur, at tíðin er komin at seta ítøkilig tiltøk í verk fyri at steðga smuglarum og sigur, at onkur má taka ábyrgd fyri trupulleikanum.

 

- Vit eiga at styrkja eftirlitið bæði í mun til politstar og tollarar. Tað má setast nógv meira av til at fyribyrgja, so at rúsevnini ikki koma inn til landið, sigur hann. 

 

Les meira um hetta í nýggjasta VikuskiftisSosialinum.