Rúsevnir orsøk til grundlógaravhoyring í dag

- Løgreglan vil einki siga.

Seinnapartin í dag hevur grundlógaravhoyring verið í Føroya Rætti. Orsøkin er sum skilst rúsevni, men enn vil løgreglan einki formliga vátta. 

 

 

- Vit kunnu úttala okkum um hetta mál seinni, men í løtuni hava vit tørv á at siga sum minst orsaka av kanningararbeiðnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. 

 

 

 

In.fo skilur tó, at orsøkin er, at ein persónur er tikin við stórum nøgdum av rúsevnum uppi á sær. Løgreglan er tó ikki komin til botns í málinum enn, og tískil verða kortini hildin tætt at kroppinum, sum nú er. 

 

 

In.fo fylgir málinum.