Úr Signabø til Djakarta

Aftaná trý ár í London fer familjan Arabo víðari út í heim. Hesaferð gongur leiðin til Djakarta í Indonesia

Seinastu trý árini hava hjúnini Húngerð og Ben Arabo búð í London saman við døtrum sínum, Finnbjørg, Sáru og Onnu Margit. Talan hevur verið um trý góð ár í London hjá Arabo-familjuni. ? Tað hevur verið avbjóðandi at arbeiða her í London. Tá ein arbeiðir í oljuvinnuni, so ger tað ikki so ræðuliga stóran mun, hvar ein arbeiðir sigur hann í samrøðu við Sosialin fríggjadagin. Men Ben er fullgreiður yvir, at tað ger ein stóran mun fyri familjuna, um ein býr í London ella í Djakarta. Ben hevur arbeitt hjá Hess ? fyrr Amerada Hess ? í skjótt 13 ár: - Tað er sum ein plagar at siga í Føroyum: ?Eitt gott reiðarí at sigla hjá?. Tað er sera avbjóðandi, ein hevur nóg mikið at gera, og tað hendir okkurt nýtt hvønn dag. Hetta er galdandi fyri alla oljuvinnuna, tað er ikki so lætt at síggja hvat fer at henda ta nærmastu tíðina.

Spurdur um hann angrar, at hann og Húngerð fluttu til London, sigur hann, at tað ger hann als ikki. Ben heldur, at tað er sunt fyri familjuna at síggja hvussu lívið er uttanfyri landoddarnar. ? Tað er gott at hava okkurt at samanbera við. Í Føroyum hevur ein mangan bara eitt samanberingargrundarlag, og tað er hvussu tað er statt í Danmark, og so steðgar tað har. Nú hava vit so roynt London. Eg haldi, at tað hevur verið sunt fyri børnini at uppliva London, tí London er ein sera kosmopolitiskur býur. Ein møtir fólki frá øllum tjóðum, rasum og átrúnaðum her, og tað haldi eg er sera mennandi fyri børnini sigur hann í samrøðu við Sosialin í vikuskiftinum.