Undrandi havi eg lisið grein skrivað av landsstýrismanninum Hans Pauli Strøm, har hann sum ráðharri leypur á starvsfólk á almennunm stovni og viðgerð mín persón við orðum sum »falskar ákærur, grovir feilir, skeiv samanbering, yvirskriftir burturvið, fullkomiligur illoyalitetur og niðurgerða alt føroyska sjúkrahúsverkið«.
Væntaði sjálvandi ikki nakra blíða viðgerð av einum máli, sum er so fløkt og eldfimt. Hinvegin tykist greinin hjá landsstýrismanninum bera brá av vánaligari ráðgeving og skelkandi lítið innlit í tey sjúkrahúsviðurskifti og hagtøl, sum verða borðin fram.
Tíðindamaðurin Áki Bertholdsen tykist sitera landsstýrismannin við orðum sum »krígsavbjóðing, einki høpi í nøkrum, framferðin má støðgast, og øll niðurstøðan hjá yvirlæknanum er púra burturvið«. Helst er landsstýrismaðurin siteraður rætt her.
Eftir at hava lisið mína grein ígjøgnum einaferð afturat, síggi eg, at eg í eini av míni greinum undir »Vit stríðast við eina ineffektiva leiðslu á okkara sjúkrahúsum...« av misgávum havi tikið eina fleiri ára gamla viðmerking, sum eg ikki hevðið ætlað sum almenna. Tað kann verða, at hetta bert er ein lítil partur av tí samlaða, men eg fari at biðja leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um umbering fyri hetta.
Var á fundi við sjúkrahúsleiðsluna fyri viku síðani har ymisk mál vóru frammi, og vit skildust í sátt og semju. Ítøkilig evni viðvíkjandi míni greinarøð vóru ikki tikin upp, bert ein generell samrøða, og leiðslan hevði ongar stórvegis trupulleikar av greinunum. Kann samstundis nevna, at tað ikki varð tosað um nakra umbering. Hinvegin vil eg allíkavæl koma við henni, tí eg síggi, at eg havi tikið ein skeivan stubba við í greinina.
So mikið meira undrar tað meg, at landsstýrismaðurin leggur so frá landi. Skal eg hartast. so eigur tað at vera frá mínum ovasta í skipanini, og tað er sjúkrahússtjórin Allan Skaalum. Og vit báðir hava tosað um greinina og hava ongan stórvegis trupulleika av henni. At landsstýrismaðurin síðani fer uttan um sjúkrahússtjóran og leypir beinleiðis á eitt starvsfólk undir honum við hóttandi tónalagi og allment boð um munnkurv, er sera sjelkandi.
Nei, greinarøðin varð ikki nøkur niðurgerðing av føroyska sjúkrahúsverkinum. Ætlanin varð at vísa á nakrar innbyggdar tendensir, tá tað kemur til ávísar leiðsluskipanir.
Harafturat vísti eg á aðrar játtanar- og leiðslu hættir, sum helst høvdu spart skattaborgarin fyri milliónir, og ikki minst vísti eg á skipanir og viðurskifti, sum uttan iva kunnu menna verkið. Øll tølini hava dyggt grundarlag (og ikki bert eitt hagtal) at hvíla á.
Yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum eru hart arbeiðandi og hava sjálvdan tíð ella orku til at rætta ryggin og meta um bygnaðin.
Uttan serliga ársøk leggur landsstýrismaðurin eisini eftir yvirlæknum á Landssjúkrahúsinum. Eg má siga, at tað at yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum ikki góðtaka nakra leiðslu, kenni eg onki til. Í veruleikanum hava teir bæði í skrift og talu ført fram, at teir góðtaka hesa leiðslu og arbeiða loyalt undir henni.
At ein landsstýrismaður sum Hans Pauli Strøm kemur við tílíkum pástandum, styrkir jú ikki álitið til verkið og hevur heldur ikki hald í verunleikanum.
Yvirlæknar eru sum heild hart arbeiðandi fólk. Eg havi vanliga ein arbeiðsdag, sum sjálvdan liggur niðanfyri 12 tímar. Mínir starvsfelagar síggja út til at hava líknandi arbeiðsbyrðu.
Tað er sera sjálvdan, at yvirlæknarnir hava tíð og orku til at fáast við annað enn sítt arbeiði, og tá slett ikki í tíð og ótíð samrøða um leiðslubygnað. Helst er tað so, at fleiri av yvirlæknunum ikki høvdu kunnað givið eina nøktandi frágreiðing, um hvussu leiðslubygnaðurin í heila tikið sær út.
DIOS rapportin
DIOS rapportin fellur eisini landsstýrismanninum fyri bróstið. Tað er tikin ein politisk avgerð um ikki at fylgja henni. Vil tað so eisini siga, at starvsfólk hervið hava forboð fyri at umrøða hana ella koma við øðrum uppskotum?
DIOS rapportin tosaði um eintýðuga leiðslu, ikki leiðslu við yvirlæknum. Okkara fakfelag av yvirlæknum, sum er í donsku yvirlæknaskipanini, hevur ongantíð tráað eftir eini skipan við yvirlæknastjóra.
Yvirlæknarnir standa fyri kanning og viðgerð og eru sostatt teir leiðandi í tí dagliga arbeiðinum á sjúkrahúsunum. Teir hava í grundini ikki tørv á meira makt enn hetta. Tað vóru politikar, sum vildu hava eina kommandoskipan í verkinum. Danska yvirlæknafelagið (sum eisini føroyskir yvirlæknar eru limir í) var tá jaligt, men setti fram eitt sterkt ynski um, at leiðsluskipanin gjørdist eintýðug. Samstundis legði hon stóran dent á, at henda leiðsluskipanin ikki gjørdist einsíðug.
Tað vil siga, at tað skulu ikki sita læknar ella aðrir fakbólkar á ovastu rók. DIOS rapportin leggur seg ógvuliga tætt uppat hesum ynski fra danska yvirlæknafakfelagnum. Tað skal vera ein stjóri og ein varastjóri. Onki við, at tað skulu verða sjúkrsystir ella lækni í hesum størvum. Tað er betri um tað ikki eru fakpersónar sum mynda hesi størv.
Hans Pauli Strøm gevur dømi um »grovar feilir« og ger samstundis »grovar feilir«.
Fyri at gera eina langa søgu stutta, so vil eg bert taka onkur dømi úr hvørjari av teimum tveimum talvunum, sum landsstúrismaðurin setur upp. Hagtøl kunnu diskuterast í eina óendaligheit. Men lat meg taka tey tøl, sum landsstýrismaðurin kallar fyri fakta.
Í fyrstu talvunui er ikki so stórur munur á teimum tølum, sum landsstýrismaðurin og eg hava sett fram. Landsstýrismaðurin fær meðal útreiðsluna fyri hvønn føroying til 9.731 kr., eg fekk tað til 11.458 kr. So vóna vit, at uppgjørt er á sama hátt, og at uppgerðin svarar til tann háttin, okkara grannalond gera.
Men talið hjá landsstýrismanninum er umleið 1.000 kr. størri enn talið fyri Københavns amt, og tá hava vit ikki tikið við, at fíggjarliga orkan í Danmark er eini 15 prosent størri enn tann føroyska (BTÚ er hægri fyri hvønn dana enn fyri hvønn føroying). So eru vit aftur uppi á 100 mió. við hansara egnu tølum.
Sum eg longu skrivaði fyri fleiri árum síðani, so eru vit nú játtanarliga innan sjúkrahúsverkið á hædd við ella omanfyri tað, sum svarar til okkara búskap og grannalond. Vit eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn vit blint lata meira av peningi inn í verkið.
Hin talvan er um talið á sjúkrahúsum, og er jú bert ein minni lutur í tí samlaða. Heinvegin ger landsstýrismaðurin nógv burtur úr hesum eisini. Tað sum stingur mest framúr í hesi samanbering millum Jákup Petersen, og tað sum landsstýrismaðurin kallar »fakta« er Finland og Ísland. Eg havi sagt, at tað eru 340 sjúkrahús í Finlandi, meðan landsstýrismaðurin vísir til Nordic Statistical Yearbook, sum sigur, at tað bert eru 72. Harafturat er mítt tal fyri Ísland 27 og hansara 3. Her er sostatt sera stórur munur á tølunum.
Finnlendsku mynduleikarnir hava so sína meting, sum millum annað verður framløgd á norðurlendsku ráðstevnuni viðvíkjandi DRG í Keypmannahavn 19. maj 2006. Teirra niðurstøða er, at tað í Finlandi eru:
5 Universitetssjúkrahús
16 Sentralsjúkrahús
33 Onnur sersjúkrahús
39 Amtssjúkrahús
39 Privatsjúkrahús
Hetta gevur tilsamans 132 sjúkrahús
Afturat hesum koma 236 smá sjúkrahús, sum virka sum nærsjúkrahús við seingjardeildum og kanning og viðgerð undir innleggjan. Í hesun bólki eru ógvuliga ymisk sjúkrahús, heilt frá hálvstórum til heilsumiðdeplar við seingjardeildum. Verður hesin bólkur tikin við, eru vit uppi á 368 sjúkrahúsum. Taka vit so tey smáu frá, lenda vit nøkunlunda á mínum tali.
Tann 24. oktobur 2002 setir danska Fólkatingsins heilsunevnd Lars Løkke Rasmussen, innanríkis- og heilsumálaráðharria, ein spurning har tey millum annað vilja hava eina eina samanbering við grannalond, hvat viðvíkir tali av sjúkrahúsum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Svarið er grundað á WHO heilsudatabasu 2002 og ljóðar, at talið á sjúkrahúsum fyri hvørjar 100.000 borgarar er:
Eysturríki4,0
Danmark1,5
Finland7,5
Frakland5,2
Ísland8,2
Írland2,7
Holland1,3
Spanien2,0
Svøríki1,0
Sveits5,5
Fyri tað fyrsta sæst, at tað varierar nógv frá landi til lands. Harafturat styðjar eisini henda frágreiðing míni tøl. Tað búgva 5,2 mió. fólk í Finlandi. Hetta gevur eitt sjúkrahústal uppá 390. Altso nakað omanfyri mítt tal og langt við síðuna av talinum hjá Hans Paula Strøm. Í Íslandi búgva 300.000 fólk, og gevur hetta eitt sjúkrahústal uppá 25. Sostatt er hetta sera tætt upp á talið, eg kom við og langt við síðuna av talinum hjá landsstýrismanninum.
Danski heilsumálaráðharrin leggur tó afturat í svarinum at:
»Sammenlignelighed af data landene imellem skal foretages med stor varsomhed. Grunden til dette er, at der er meget stor forskel på definitionen af, hvad et sygehus er i de forskellige lande. Eksempelvis er der nogle lande, som betragter plejehjemsinstitioner som sygehuse.
Generelt er det meget svært at sammenligne institioner i forskellige lande, da de funktioner som udføres i institionerne kan være af meget forskellig karakter«.
Danski heilsumálaráðharrin talar ikki um »fakta«. Hann tekur ikki bert hagtøl frá einari síðu fyri at banka í høvdið á fólki. Hann greiðir frá í hvussu stóran mun, ein kann hava álit á hagtølunum í heila tikið.
Onki kríggj og ongin 5. kolonna
Nei, góði Hans Pauli, ikki eru vit í kríggj. Tað er ikki neyðugt at leita eftir eini 5. kolonnu á Landssjúkrahúsinum. Hetta kann eg kann vissa teg og Føroya fólk um. Og sum eg eisini fyrr havi ført fram alment, so hava vit eitt gott arbeiðspláss her við dygd og trygd í arbeiði og nøgdum sjúklingum.
Tað forðar so vónandi ikki fyri, at ein av og á rættir ryggin og byrjar eitt alment orðaskifti. Um tú lesur greinina hjá mær at enda, so verður nomið við fleiri viðurskifti, sum kunnu lyfta verkið enn hægri upp.
Við øðrum orðum er tað endaliga ein yvirlækni, at tað nú endiliga er ein yvirlækni, sum frá gólvinum hevur víst engagement. Roynt at analysera verkið og koma við uppskotum, sum kunnu gera tað enn betri og effektivari. Hesin yvirlæknin skal nú kúgast, ella sum tikið verður til í yvirskriftini »framferðin hjá yvirlækna á Landssjúkrahúsinum má steðgast«.
Tað er ongin ivi um, at hetta er eindømi í, hvussu er í norðanlondum, at ein ráðharri leggur á nevnt starvsfólk á almennum stovni við ókvæmisorðum, uttan at hava sett seg nóg væl inn í sakina og alment hóttir viðkomandi.
Lagt verður í krovið á mær við hóttandi orðalagi, sum helst ikki kann skiljast á annan hátt, enn at mítt starv og mín framtíð í Føroyum er í vanda. Tað verður lagt upp til, at maðurin skal støðgast, ella við øðrum orðum, fáa munnkurv.
Og hetta hevur landsstýrismaðurin ella ráðgevari hansara valt at gerða, sjálvt um eg og mín stjóri ikki hava trupulleikar av hesum. Hann niðurgerð soleiðis samstundis sjúkrahússtjóran. Og ikki so frægt, at teir kunnu fáa hagtølini røtt í síni herferð.
Tá tað kemur til stykkis, snýr tað seg í grundini um at hætta sær undir eitt alment orðaskifti, sum kann koma at raka føroyskar politikar. Politikarar í øðrum norðanlondum eru ikki so erkvisnir, sum summir av teimum føroysku. Kom av tilvild at síggja grundlógarrøðuna, sum forsætismálaráharri Anders Fogh Rasmussen helt í Terndruplund í fjør, har hann millum annað sigur:
»Derfor er ytringsfriheden så afgørende. Og ytringsfriheden kan ikke gradbøjes. Den er ikke til forhandling. Og så skal vi lægge os én ting på sinde: Ytringsfriheden er til for at beskytte ytringer, vi ikke bryder os om. Der er ikke noget særligt behov for at beskytte ytringer, som alle er enige om. Det har Voltaire udtrykt so rammende: “Jeg er uenig i, hvad du siger, men jeg vil til døden forsvare din ret til at sige det”. Betyder det så, at der slet ikke er nogen begrænsning på ytringsfriheden? Jo, det er der bestemt. Enhver frihed bør udøves under ansvar. At opfordre til vold generelt, eller med det formål at undertrykke ytringsfriheden, er et misbrug af ytringsfriheden, som naturligvis må være forbudt«.