Úr Skotlandi at taka upp tónleikasjónband fyri Lenu

27 ára gamli Kieran J. Duncan, filmsframleiðari og 28 ára gamli Kieran Baxter, loftmyndafilmsmaður og granskari úr Skotlandi vitja í hesum døgum í Føroyum og gera spennandi upptøkur til nýtt sjónband til sangin Home Sweet Home hjá Lenu Andersen. 

 

 

Duoin vitjaði í Føroyum fyrstu ferð í august mánaði í fjør, og tóku tá ein stuttfilm upp á ferðini. Filmurin var vælumtóktur á sosialu miðlunum, og serliga væl móttikin av føroysku hyggjarunum. Lena og Niclas sóu hendan filmin, og settu seg síðani í samband við filmsframleiðararnar um at koma aftur til Føroya at gera tónleikasjónband fyri tey, greiða filmsframleiðararnir frá. Trýst á pínin á myndini fyri at síggja hetta sjónbandalagið. 

 

 

Teir greiða frá, at eftir at teir høvdu fyrireikað seg til upptøkurnar, komu teir til Føroya hóskvøldið í farnu viku. Vikuskiftið varð nýtt til at leita eftir serliga góðum støðum, har takast skuldi upp. 

 

 

-Vit hava báðir vitjað landið fyrr, so vit vistu longu um fleiri góð støð, men vit settu okkum eisini fyri at finna goymdar gymsteinar burtur frá vanliga ferðafólkastreyminum, siga teir. 

 

 

Í gjár og í dag hava filmsframleiðararnir tikið upp til tónleikasjónbandið, og í morgin er ætlanin at taka nakað av eyka tilfari upp, og síðani verður flogið aftur til Skotlands hósdagin. 

 

 

-Hetta er fyrstu ferð vit gera upptøkur til tónleikasjónband, og sigast kann at tað ikki eru nógv støð í heiminum, sum hava so vøkur og fjølbrott støð at taka upp í. Landsslagið er hugvekjandi og yndisligt. Tað kennist næstan sum nátturan sjálv er ein persónleiki í filminum, sigur Kieran J. Duncan.

 

 

-Vit hava lært eina rúgvu, og tað er serliga gevandi at arbeiða saman við einum so evnaríkum listafólki sum Lenu. Vit vóna at sjónbandið er liðugt um ein mánað ella so, og vit gleða okkum at sleppa í gongd við at seta tað saman, siga Kieran J. Duncan og  Kieran Baxter.