Úr Skotlandi til Føroya í kajakk

Tveir bretar, Patrick Winterton og Mick Berwick, eru í løtuni á veg úr Skotlandi til Føroyar í kajakk. Endamálið er at savna pening til bjargingarfelag

Róður

Rógvi Nybo

[email protected]



Bretarnir Patrick Winterton og Mick Berwick eru í løtuni á veg úr Skotlandi til Føroya í kajakk. Teir løgdu frá landi í Stornoway tann 27. Juni, og vænta at verða í Suðuroy í morgin. Endamálið við ferðini er at savna pening til bretska bjargingarfelagið RNLI.

Somu menninir gjørdu eisini eina roynd í fjør, men tá máttu teir gevast, áðrenn teir náddu fram. Nøkur hava roynt hetta bragdið, men enn hevur tað ikki eydnast nøkrum at rógva allan vegin úr Skotlandi til Føroya í kajakk.

Í dag boðaðu teir frá, at teir eru við at koma undir Føroyar, og at teir vænta at koma inn á Suðuroy í morgin.

Spurninguri, ið teir royna at svara við hesum langa róðri, er hvørt tað er gjørligt at taka tvær vanligar sjókajakkir og rógva tær gjøgnum teir 280 kilometrarnar av ófyrigevandi Atlantssjógvi til Føroya.

Sankta Brendan gjørdi tað í 6.øld í einum lítlum árabáti, og Tim Severin endurtók tað bragdið í 1976. Karen og Dan Trotter máttu í 1995 gevast, bert 80 kilometrar frá málinum, og í fjør noyddust Patrick Winterton og Mick Berwick eisini at gevast. Longdin á teininum, kuldin og møguleikin fyri ógvusligum sjógvi eru orsøkin til at so fá hava roynt. Men nú bendir alt á, at tað fer at eydnast teimum.

Bjargingarbáturin Royndin hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag fer at taka ímóti tá teir nærkast landi.