Í fyrstu syftu ynskir ráðið at fáa í lag eina royndarskipan við tvungnum
rúslásum, skrivar svenska blaðið Norrbottens-Kuriren.
Nýtslan av rúsevnum er í vøkstri í øllum Norðurlondum, og av tí sama gerast
tey alsamt fleiri sum koyra ávirkað. Ferðslutrygdarráðið hevur tí samtykt
eina niðurstøðu, har sagt verður, at øll Norðurlond eiga at gera eina
felags roynd við rúslásum, skrivar svenska blaðið í dagsins útgávu.
Rúslásið er ein teknisk innrætting, sum skráetur um persónurin handan rattið
hevur drukkið. Hevur hann tað, so ger tólið tað ógjørligt hjá viðkomandi at
seta bilin í gongd.
Í Noregi hevur Motorførernes Avholdsprosjekt kravt at hesi lásini verða sett
í allar hýruvognar og bussar í landinum.
- Sohvørt sum tann tøkniliga menningin fer fram, kunnu vit vænta at
rúslásini eisini gerast bíligari, sigur Thomas Carlsson í svenska felagnum
fyri ferðslutrygd. Ráðið heldur, at innan 2012 eigur ein bert at kunna fáa
bilar til keyps, sum hava hesi rúslásini.
Leiðarin í norðurlendska ferðslutrygdarráðnum, finski Matti Jarvinen heldur
ikki, at rúsdrekkakoyringin í Finnlandi er økt nakað serligt, síðani landið
slepti eykagjaldinum fyri rúsdrekka í fjør.
- Ein frágreiðiðng kann vera, at tey sum drekka meiri aftaná broytingina,
drukku meiri frammanundan, heldur hann.