Á ráðstevnuni varð víst á, at hetta rúslásið kann vera við til at bjarga hundraðtals mannalívum í ferðsluni.
Tað er ikki bert tann drukni bilførarin, sum er í vanda, men so sanniliga eisini tey, sum á annan hátt ferðast á og fram við vegunum.
Ætlanin er at halda fram við arbeiðinum at minka um rúsdrekkakoyringina, og verður framvegis arbeitt við at Svøríki skal gerast ein royndarland á hesum øki.
Hvørt ár doyggja eini 150 fólk í ferðsluni orsakað av rúsdrekkakoyring í Svøríki. Samanlagt doyggja eini 500 fólk um árið í øllum Norðurlondum.
- Við hesum lásinum kunnu nógv mannalív verða spard, sigur hon.
Rúna Sivertsen fegnast tí um, at nú verða stig tikin til at steðga hesum í norðurlendskum høpi.
Tey fara tí at fylgja við gongdini í Norðurlondum, áðrenn nøkur stig verða tikin her á landi í hesum sambandi.