Ráðstevna um arbeiðs- og familjulív

Í dag verður almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har ljós verður varpað á spurningin: Hvussu fáa vit betri javnvág millum arbeiðs- og familjulívið? Á ráðstevnuni fara Linda Nielsen, professor dr. jur. í familju- og arvarætti á Københavns Universiteti og formaður í donsku Familie- og Arbejdslivskommissionen, Kristine Stricker Hestbech, sóknarprestur, fyrilestrahaldari og eisini limur í donsku kommissiónini, og Hege Storhaug, journalistur, rithøvundur og kunningarleiðari hjá Human Rigths Service, Noreg, at luttaka við framløgum og fyrilestrum.

Vaksandi krøvini til tann einstaka á arbeiðsmarknaðinum gera, at traditionella lívsmynstrið á mangan hátt er í broyting, ja kanska hótt. Hesi viðurskifti ávirka familjumynstrið og gera, at vaksandi ynski er um at skipa síni heimligu viðurskiftini soleiðis, at betur samsvar verður millum arbeiðs- og familjulívið. Hesi viðurskifti fara at seta stór krøv til allar partar av føroyska samfelagnum sigur Vinnumálaráðið, ið skipar fyri tiltakinum, í skrivi.

Í sambandi við tær broytingar, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, verður mett, at ávís tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at laga arbeiðsmarknaðin og familjulívið til broyttu umstøðurnar. Fyri at fremja góðu javnvágina millum arbeiðs- og familjulívið er týdningarmikið, at samfelagið er skipað liðiligt og rúmligt, soleiðis at familjan og hin einstaki hevur møguleika at skipa síni viðurskifti á bestan hátt. Hetta er neyðugt fyri at røkka vælskipaða og produktiva samfelagnum, har atlit verða tikin at tí parti av lívinum, sum hoyrir familjuni og tí einstaka til.

Á ráðstevnuni verða nevndu viðurskifti neyvt umrødd. Tiltakið er frá kl. 14 til 16.30 og er ókeypis. Boðast kann Vinnumálaráðnum frá luttøku á telefon 356089 ella við at senda ein teldupost til [email protected].