Ráðstevna um Heinesen og Jacobsen

Í døgunum 25. - 27. mai, verður skipað fyri ráðstevnu um skaldskap William Heinesens og Jørgen-Frantz Jacobsens

Undir heitinum ?Oceaniske Dage?, verður í døgunum 25. - 27. mai skipað fyri umfatandi ráðstevnu um skaldskapin hjá tveimum av okkara fremstu rithøvund-um, William Heinesen pg Jørgen-Frantz Jacobsen.


Stóran týdning

Í faldaranum, ið lýsir tiltakið, verður sagt, at teir báðir hava ómetaligan týdning fyri føroyska mentan. Umframt eru teir frammaliga í norðurlendskum bókmentum. William skrivaði yrkingar, skaldsøgur og stuttsøgur. Jørgen-Frantz skrivaði skaldsøguna Barbara og greinar um politikk og mentan.

Altjóða týdningur teirra kemur til sjóndar við, at bøkur teirra stutt eftir útgávu vórðu týddar til fleiri mál.

William og Jørgen-Frantz vóru baðir føroyingar, ið skrivaðu á donskum. Hetta hevði ávirkan á samtíðar viðurkenning í Norðurlondum og legði leiðina opna fyri altjóða týðing.

Skaldskapur teirra endurspeglar í evnum og málbúna ávísar síður ísøguligu og samfelagsligu gongdini í ungum tjóðum, ið eru við at finna egnum tjóðsamleika.


Mál

Faldarin sigur endamálið við ráðstevnuni vera at granska hesar síður í skaldskapinum, seta í mentanarsøguligt samanhang og vísa, hvussu ?nation-building? royndirnar koma fram.

Eisini er endamálið at geva íblástur til bókmentaligt arbeiði við verkunum hjá William og Jørgen-Frantz.

Ráðstevnan tekur upp skaldskapin, mál og mentan og skaldskaparstøðu William Heinesens og Jørgen-Frantz Jacobsens í føroyskum og norðurlendskum høpi.


Fyrilestrar og filmar

Kjarnan í ráðstevnuni verða fyrilestrar um høvundarnar báðar og aðrar útvaldar høvundar. Um sambandið teirra millum, støðu í samfelag og mentan og um málsligar spurningar.

Eisini vera arbeiðsbólkar, har luttakararnir hava møguleika at siga nøkur orð um verk ella høvund. Skotið verður upp, at hetta tekur einar 20 minuttir.

Á ráðstevnuni verður málið skandinaviskt. Fyrilestrar kunnu eisini vera á enskum.

Verk eftir bæði William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen eru flutt á pall og gjørd til film. Á ráðstevnuni verður møguleiki at síggja filmin Barbara og filmin Dansinn. Eisini verður møguleiki at kanna sjónleikin Glataðu Spælimenninir eftir bókini hjá William Heinsen og sjónvarpssamrøður og dokumentarfilmar verða eisini at síggja.

William fekst eisini við myndlist og tónleik og ein framsýning verður við myndum hansara og ein konsert við tónleiki eftir William.

Um viðrar, so verða eisini gjørdir túrar til gongu og við skipi. Túrar, sum taka støði í bókaverkunum.


Leiðslan

Fakligu leiðsluna á ráðstevnuni hava raktarin á Fróðskaparsetrinum, Malan Marnersdóttir, lektari, ph.d,. og Turið Sigurðardóttir, lektari, mag. art.

Fyrireikarar eru Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, Martin Næs, landsbókavørður og Gunnar Hoydal, formaður í Rithøvundafelag Føroya.

Ynskir ein at luttaka á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, kann ein siga frá í húsinum. Kostnaðurin er 400 krónur fyri fyrilestrar, tilfar og kost.