Í hesum sambandi verður skipað fyri eini almennari ráðstevnu um ymiskar krabbasjúkur, fyribyrging og viðgerð, sigur Jansy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystir hjá felagnum.
Á ráðstevnuni fer eisini Jógvan Fríðrikson, prestur at halda fyrilestur um at liva víðari í vónini, hóast eina lívshóttandi sjúku.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 12. juni frá klokkan 10 til 17.
Eisini fer Jan Dalberg, føroyskur lækni, sum er undir serútbúgving innan krabbasjúku at halda fyrilestur. Aðrir fyrilestrahaldarar verður úr Íslandi, Finnlandi, Noreg, Svøríki og Danmark.