Í døgunum 11. -14. juni skipar Búnaðarstovan fyri norðurlendskari ráðstevnu um seyðahald. Ráðstevnan verður á Gjáargarði við Gjógv.
- Hetta er ein ráðstevna, sum verður nevnd Internorden. Internorden er ein felagsskapur hjá øllum norðanlondum, og í hesum høpi telja Føroyar við sum land.
Tað sigur Búnaðarstovan.
Luttakararnir eru granskarar, ráðgevar, lærarar innan landbúnað, djóralæknar, fólk í almennu umsitingini, leiðarar í Bóndafeløgum og onnur.
Hesaferð eru 45 luttakarar, sum koma úr Finlandi, Svøríki, Danmark, Noregi og Føroyum.
Fyrilestrar verða hildnir um ymisk evnir, mest um granskingararbeiði og tey nýggjastu royndarúrslitini.
Fyrilestrahaldarar úr Føroyum eru Rólvur Djurhuus, Gunnar Bjarnason og Hjørdis H. Jensen.