Ráðstevna um veðurlagsbroytingar

Stórar veðurlagsbroytingar fara fram á okkara leiðum. Fýra granskarar fara við grundarlagi í hækkandi hita í sjónum at viðgera hesi álvarsmál á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 12. september

Spurningar, ið verða viðgjørdir, eru millum annað: Verður tað ov heitt hjá toskinum? Fer tað ikki at bera til at ala? Verður tað ov heitt fyri skerpikjøt?

Ljóskastarin verður settur á veðurlagsbroytingar hjá okkum og okkara nærumhvørvi. Millum annað verður hugt nærri eftir umstøðunum hjá toskinum á Føroya Banka, fiskinum á Landgrunninum, hitabroytingum í sjónum, árin á alivinnuna eins og okkara fuglameingi. Hetta er alt nakað, sum hevur við okkara lívsgrundarlag at gera.

Fyrilestrahaldarar vera Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, Sjúrður Hammer, lívfrøðingur á Umhvørvisstovuni, og Jens Hesselbjerg Christensen, professari í ísi og veðurlagi á Niels Bohr Institut í Keypmannahavn. Hann hevur eisini eina phd í stjørnualisfrøði.

Johan Mortensen, konsulentur, skipar fyri.

Stevnan verður eitt hóskvøld og er ókeypis.