Røstin millum tað sum er okkara, og tað, ið kemur uttaneftir

Seinnapartin sunnu­dagin í seinastu viku varð Bóka­dag­urin hildin í Norður­landahúsinum. Sum undanfarin ár stóðu Rithøvundafelagið og Norðurlandahúsið fyri tiltakin­um. Á skránni var hin hevd­bundni upplesturin -ur nýútkomnum verkum við einum tónlistarligum ískoyti frá Martini Joensen, sum sangir úr nýkomnu bóka- og fløguútgávu síni læt meg goyma teg

Carl Jóhan Jensen
~~~~~

Lars Saabye Christensen
Á hesum sinni var ein út­­lendskur gestur boðin á Bóka­dagin. Tað var norski rithøvundurin Lars Saabye Christensen, sum í 2002 fekk bókmentavirðisløn Norð­­urlandaráðsins fyri skald­­søguna Halvbroren. Lars Saabye Christensen hevur leingi verið ser­merkt­ur í bók­mentaliga lands­lagnum í Noreg. Við sínum opinlynta, frumliga og lýr­iska skrivingarlag hevur hann evnað at vekja ans bæði hjá ungum og eldri, bæði hjá lærdum og hjá tí misjavna og tilvildarliga lesaranum, skrivar norski høvundurin Roy Jakobsen um hann í einari eftirskrift til eitt úrval av stuttsøgum, sum kom út í heyst. Har­afturat er Lars Saabye Christ­en­sen helst ein av teim­­um fáu høvundum, norð­­ur­lendskum sum øðr­­um, ið hevur flest stíl­sløg á sínum valdi, alt frá lýrikki og stutt­prosa, til smá­søgur, leik­rita­gerð, film og skaldsøgur. Síð­ani hann legði fyri við yrkingasavninum Historien om Gly í 1976 hevur Lars Saabye Christensen givið fleiri enn tretivu ymiskar bøkur, seinast skaldsøguna Saabyes Cirkus, sum nýliga er útkomin.
Í fyrilestri sínum, sum vardi ein góðan tíma, gav Lars Saabye Christensen áhoyrarunum innlit í tær innaru tilgongdir og ytri ávirkanir, sum fingu hann til tann høvund, ið m.a. hevur skapað slík stórverk sum eitt nú Halvbroren.
Hann lýsti umhvørvið í Oslo, uppvakstrarbýi sín­um, har søgur hansara eru pallsettar, jørðildi, sum per­­sónarnir hjá honum eru sprotnir úr og samvaksnir við. Hann tók fram tann týdn­ing, sum tann ný­­ment­an, ið trýssini komu við, hevði havt á skaldsligu og persónligu menning hans­­ara, eitt nú rokkurin í trýss­unum (serliga Beatles), men seinni eisini blúsurin. Blústónlistin, helt hann, bregdaði saman ljóð og lyrikk til eina óumberliga ímynd av grundkorunum hjá nýtíðarligum tilviti: ein­semini.
Kortini helt hann ikki (eins og summir smærri pro­fetar í samtíðini) lítið um arvmentir sínar, tað heimligu grundina í norskum máli, norskari bókmentahevd ella øðrvísi sagt í tí víð­fevnda, men alsamt broyti­liga sammedviti, ið á tvør­sagnakendan hátt skapar ta kensluna av eind í einum samfelagið, sum kann róp­ast upp á tjóðskap. Skapan (bókmentalig sum onnur) var, hóast umskiftiligar fyri­treytir, kortini som í tí, at hon er og verður ein tvívegis tilgongd, ið sameinar tað, sum í hvørjum føri er okk­ara (umhvørvið, mál, hevd osfrv) við tað, sum uttan­eftir kemur (eitt nú heims­bókmentirnar osfrv.)
Pallborðsfundur um tjóðskap og bókmentir
Á Bókadagsskránni var eis­ini pallborðskjak við evn­­inum: Tjóðskapur og bók­­mentir – fortreyt og/ella forðing? Hetta pallborðs­kjak­ið gjørdist heldur lin­ligari enn evni kanska stóðu til og eyðkendist kanska eina­mest av tí, at ymiskt er um hugtakið tjóðskapur merkir tað sama í ymsum munnum.
Við pallborðið vildi onk­­ur ikki bert kolldøma tjóð­­skapin, men sýntist eis­ini at halda, at føroyskt í sjálvum sær elvdi av sær ein hugburð, ið avbyrgdi føroyska samfelagið og ser­liga tey ungu frá tí flógva streymi av alheimsgerð, sum í hesum tíðum forðar øðrum tjóðum frá at frysta inni í nítjandualdarættaðum heimføðisskapi.
Tveir av pallborðs­lut­tak­­­arunum umrøddu hin­veg­in tjóðskapin og tjóð­skapar­rørsluna í søguligum ljósi og komu fram til, at hóast eina framskygda og ljósa byrjan, ið bar at frælsi, ment­unarligum vøkstri og fólka­ræði, hevði gongdin í tjóðskaparspurninginum kort­ini verið tann, at kvinn­ur í alsamt størri mun høvdu verið settar til viks og menn hevdað sær orða­skiftið um hann. Bæði so­leiðis og sum stirðnað hug­­mynd um samfelagið kundi tjóðskapurin sigast at hava verið ein forðing.
Við pallborðið var harum­framt víst á, at tann trúarliga víddin í tjóðskapinum, sum vil brúka úrvald brot úr bíbliuni sum evstu og avgerandi grundgeving fyri øllum, serliga kundi darva bókmentunum. For­sprákarar fyri hesum slag­num av tjóðskapi høvdu líka­sum tvítryggjað seg móti allari ósmbærligari hugs­an. Bar ikki til at kalla hana óføroyska, so bar til at skíra hana ókristiliga. Ella bæði í senn.
Pallborðsluttakararnir vóru tó allir á einum máli um, at tjóð­skapur sum hug­­sjónar­ligt inntak og hvaðna minni sum tjóð­skapar­­­romantikkur hevði gjørt stórvegis vart við í før­oyskum skaldskapi tey sein­astu trýss, hálvfjers árini. Føroyskur skaldskapur (bæði bundin og óbundin) varð og verður sum heild eins og bókmentir í øðrum samfeløgum til í røstini, har tað sum er okkara, og tað, ið kemur uttaneftir møtast og brótast (te er um gávur og hegni yvirhøvur eru til at skapa nakað sum helst).
Soleiðis var (tak eitt nú føroysku kvæðini), soleiðis er og soleiðis fer at vera í framtíðini.
Eftir at henda niðurstøða var fingin, var orðaskiftið eitt sindur á reikum higar og hagar, onkuntíð í nánd við, men oftast burturfrá evninum.
Og helst mundi áhoyrarin í salinum hava allan rættin, sum at enda reistist og segði, at hetta var kjak upp á kvams­­vís ella sum hann mál­­bar seg:
eitt pseudokjak í einum pseudo-samfelagi.