Ræstkjøt er ikki gerandiskostur og als ikki í Keypmannahavn. Men fríggjakvøldið 6. november er møguligt at blíva mettur av hesum, tá Meginfelags Føroyskra Studenta skipar fyri árligu ræstkjøtaveitsluni.
Henda verður hildin á Øresunds Kollegiet á Amager, har ein rúgva av føroyingum búgva.
Sambært fyrireikarunum verður umframt ræstkjøt eisini bótasúpan, mandlurís, mandlugáva, gittarspæl og felagssangur til borðhaldi. Seinni um kvøldið kemur eisini ein DJ at standa fyri tónleikinum.
Fleiri upplýsingar um tiltakið er á heimasíðuni hjá MFS, www.mfs.fo ella á Facebookbólkinum hjá MFS.