Millum nógvu tiltøkini komandi leygarkvøld er ein rimmar ræstkjøtaveitsla í Miðvági, sum Miðvágs Bóltfelag skipar fyri. Lokalar tónleikakreftir undirhalda Umframt góðum mati, verður eisini borðreitt við góðum lokalum undirhaldi.
Tað verða Jens Eli Ellefsen og Jógvan Elias á Løgmansbø, sum koma at stýra sanginum. Harafturat kemur Sámal Ravnsfjall at framføra sínar góðu landskendu vísusagir, sum tey flestu munnu kenna og kunnu syngja við uppá.
Á skránni verður eisini skemt, har Jónley á Løgmansbø, saman við øðrum, kemur at undirhalda við sínum serstaka stíli.
Eftir borðhaldið verður almennur dansur við bólkinum ROK við John Johansen á odda, sum eru kendir fyri at spæla góðan dansitónleik.
Atgongumerki kunnu keypast Hjá Jákup, FK í Miðvági og FK í Sandavági. Seinasta freist er fríggjadagin klokkan 13. Til almenna dansin eftir borðhaldið fáast atgongunerki við dyrnar eftir midnátt.