Tað bleiv ikki Róin Siggertson, ið gjørdist sangari í rockbólkinum, sum komandi sendingarnar í røðini ?Rockidoler? á TV3 fara at snúgva seg um.
Róin Siggertson var annars ein av teimum tredivu tónleikarunum, ið vóru valdir út at luttaka í sendingini. 550 vónríkir tónleikarar høvdu sent demofløgur inn.
Róin royndi seg sum sangara, og í fyrstu sendingini góvu dómararnir honum tað skotsmál, at hann var uttan iva tann størsti listamaðurin av teimum tredivu tónleikarunum, sum teir høvdu at velja ímillum.
Fall í endaliga valinum
Í aðru sendingini í røðini ?Rockidoler?, sum varð send týskvøldið, skuldu dómararnir so velja fimm tónleikarar út til rockbólkin. Tær restandi átta sendingarnar í røðini fara at snúgva seg um, hvussu hesir fimm tónleikararnir klatra upp eftir stjørnustiganum og, um undirtøkan verður til tað, gerast til ein kendan og vælumtóktan rockbólk.
Dómararnir sáldaðu frá í tveimum umførum. Í fyrsta umfari slapp Róin við skinninum á nøsini, men í endaligu útveljingini varð ein annar sangari tikin fram um, hóast Róin fekk nógv rósandi orð við á vegnum.
Róin væl nøgdur
Róin Siggertson segði við Sosialin í farnu viku, at hann ikki hevði ætlað sær at luttikið í sendingini, men at fólk rundan um hann fingu yvirtalað hann til at senda eina demofløgu inn í síðstu løtu. Tá Sosialurin tosaði við hann seinast, kundi Róin ikki siga hvussu tað var gingist honum í sendingini. Tað hevði hann ikki loyvi til. Men hann segði seg vera væl nøgdan við tað, sum kom burturúr. Týskvøldið sást so, at hann ikki gjørdist partur av útvalda rockbólkinum, men við at luttaka hevur hann fingið víst sínar tónlistarligu dygdir fram á skíggjanum, og tað kann opna nógvar lúkur.
Hyggjararnir skilja einki
At Róin Siggertson var vælumtóktur av hyggjarunum er eingin ivi um. Á kjakforuminum á vevsíðuni hjá TV3 fær sendingin harðan kritik frá hyggjarunum fyri ikki at hava valt Róin sum sangara í rockbólkinum, sum nú verður borðin fram á lógvum í donsku tónleikavinnuni. Bólkurin skal í næstum geva eina singlefløgu út ígjøgnum plátuforlagið Universal.
Róin, ella Rowan, sum hann kallaði seg í sendingini, og sum hann tískil nú er kendur sum í Danmark, fær sum skotsmál frá hyggjarunum at hann er ?klasser bedre end resten?, og ein sigur ?jeg fatter ikke hvordan Rowan kunne fravælges i kapløbet som forsanger?.
Onkur annar hyggjari ger sína egnu meting av valinum hjá dómarunum og heldur at ?Rowan var helt klart den bedste og mest talentfulde af dem alle. Men han er sikkert ikke sød nok til TV3?.
Róin Siggertson hevur seinastu tvey árini arbeitt burtururav við tónleiki. Hann er búsitandi í Keypmannahavn, har hann hevur sítt egna ljóðstudio.