Úr Sumba til Viðareiðis

Nú er líkamikið, hvar í landinum tú býr, og hvar tín yndispolitikari býr, tí frá komandi løgtingsvali eru Føroyar eitt valdømi, og tað merkir, at tú kanst velja hvønn tú vilt

Tað vórðu gjørdar nakrar seinastu royndir at forpurra ella útseta endaligu avgerðina um Føroyar sum eitt valdømi.

Tá tingfundurin byrjaði gjáramorgunin stóð triðja viðgerð av tingmáli 5/2007 fyrst á skránni. Hetta mál eitur Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.

Men tingformaðurin boðaði frá, at av tí at eitt broytingaruppskot var fráboðað og var til endaliga redigering í umsitingini, vórðu punkt tvey og trý avgreidd fyrst, áðrenn uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi kom fyri.

Tingsalurin var annars stúgvandi fullur. 31 tinglimir vóru í salinum, meðan Sverri Midjord var á veg við St. Ola, allir landsstýrismenn vóru har uttan Laksáfoss, sum er í Noregi í brúdleypi, ríkisumboðsmaðurin var har – og áhoyraraplássini vóru fullsett. Eisini miðlarnir vóru møttir talsterkir upp.

Um 11-tíðina suðaði salurin aftur í spenningi, tí tá var klárt at fara undir triðju viðgerð av máli 5/2007.

Formaðurin boðaði frá, at eitt broytingaruppskot var komið, og tí greiddi Marjus Dam frá. Saman við honum vóru eisini Jógvan við Keldu, Anfinn Kallsberg, Gerhard Lognberg og Kristian Magnusssen við til at leggja uppskotið fram.

Heilt nágreiniliga segði uppskotið: »1) § 2 verður orðað soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum.”

 

Fólkaatkvøða

Nú er tað soleiðis, at eitt broytingaruppskot millum aðru og triðju viðgerð skal hava »identitet«. Tað kannn við øðrum orðum ikki víkja avgerandi frá uppruna uppskotinum, tí tá verður tað at rokna sum eitt heilt nýtt uppskot og skal til eina fyrstu viðgerð. Og tá fær tað onga ávirkan á tað uppskotið, sum ætlað er at broyta.

Tí bar ikki til at skjóta upp, at málið varð sent út til fólkaatkvøðu, sum annars var ætlanin við broytingaruppskotinum.

Tað gongur týðiliga fram í viðmerkingunum til broytingaruppskotið.

Í viðmerkingunum stendur: »Uppskotsstillararnir halda, at Føroya fólk eiga at fáa høvið at siga sína hugsan um málið, áðrenn broytingin um eitt valdømi kemur í gildi. Skotið verður tí upp, at landsstýrismaðurin fær heimild at seta lógina í gildi við kunngerð, og hevur hetta til endamáls, at geva honum eitt skotbrá at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um málið.«

Víst verður víðari á, at nú fólkatingsval er útskrivað til 13. november hevði tað verið frálíkt høvi til eisini at havt avkvøðuna um Føroyar sum eitt valdømi samstundis.

Hetta uppskot fall tó við 14 atkvøðum fyri og 18 ímóti.

Somu lagnu fekk eitt annað broytingaruppskot, sum Hergeir Nielsen munnliga setti fram, og sum gekk út upp á at beina málið aftur í eina grein 25 nevnd, sum skuldi orðað eitt nýtt uppskot um nýggja vallóg.

At enda varð uppskotið hjá Edmundi Joensen um Føroyar sum eitt valdømi samtykt við triðju viðgerð við 19 atkvøðum fyri og 13 ímóti. Og tað merkir í praksis fyri veljaran, at hann kann velja hvønn tað skal verða.