Rósur til Eyðun og Javnstøðunevndina

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna
-------

Sjálvsagt skulu pápar og mammur hava somu rættindi til løn, tá tey eru í barnsburðarfarloyvi. Greiði dómurin, sum nú er fallin í Føroya rætti, fær vónandi partarnar arbeiðsmarknaðinum beinanvegin at tryggja, at hesin púra natúrligi rættur verður greitt staðfestur í sáttmálunum.
Javnstøðunevndin og Eyðun Jakobsen eiga stóra tøkk fyri, at tey hava ført hetta sera prinsipiella mál.
Føroyar liggja í heimsklassa eftir vesturlendskum mátistokki, tá um ræður at føða børn. Tað er eitt heilsutekin og ein stórur fyrimunur fyri framtíðar arbeiðsmarknaðin. Men, skulu vit varðveita høga burðartalið, er eingin vegur uttanum, at mammur og pápar býta ábyrgdina millum sín at fáa barnsburð og arbeiði at ganga upp í eina hægri eind. Og tað merkir í greiðum orðum, at pápar, í nógv størri mun enn higartil, taka farloyvi í sambandi við barnsburð.
Í juni 2008 varð tíðin, sum foreldur samanlagt hava rætt til barnsburðarpening, longd við 8 vikum upp í 34 vikur. Málið var tá, og er vónandi framvegis, at barnsburðarfarloyvi við løn stigvíst skal leingjast upp í eitt ár. Samstundis eigur barsilskipanin at verða gjørd munandi meira fleksibul, soleiðis at foreldrini í størri mun kunnu leggja farloyvistíðina til rættis eftir teirra tørvi.
Men, ein fyritreyt fyri, at longt barnsburðarfarloyvi ikki skal gerast ein álvarsamur baksláttur fyri mammurnar, í mun til teirra møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, eftirlønarviðurskifti v.m. er, at farloyvistíðin verður javnari býtt millum foreldrini.
Og pápar eiga eisini at hava sama rætt sum mammurnar at sleppa at vera um síni børn.
Í dag er ein stór forðingunum fyri hesum, at familjurnar í flestu førum missa munandi meira inntøku, um pápin velur at fara í farloyvi, tí nógv fleiri menn enn kvinnur forvinna væl oman fyri loftið fyri útgjaldið úr barsilsgrunninum. Flestu almennu sáttmálarnir geva rætt til fulla løn undir barnsburði. Men, tað hevur so higartil verið mett bert at galda fyri kvinnurnar.
Fígggjarmálaráðið eigur alt fyri eitt at syrgja fyri, at eingin verður diskrimineraður vegna kyn í sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Og ynskir privati arbeiðsmarknaðurin at vera attraktivur fyri unga og virkna arbeiðsmegi, so eigur hann at kvika sær at bøta munandi um sáttmálarnar viðvíkjandi barnburðarrættindum – fyri bæði kvinnur og menn.
Sera harmiligt at Eyðun Jakobsen saman við Javnstøðunevndini skal hava verið noyddur at nýta so nógva tíð og orku upp á at stríðast ímóti almennum arbeiðsgevara, fyri ein rætt, sum átti at verið meira enn sjálvsagdur í 2010.