Rósur til Rógva

Føroyski súkklarin stóð seg væl um vikuskiftið, tá hann kappaðist móti nøkrum av sterkastu súkklarunum í Danmark

 

Súkkling


Fríggjdagin varð kappast um DM í einkultstari, og millum luttakararnar var føroyski súkklarin, Rógvi Johansen.

Tá alt kom til stykkis, hevði Rógvi vunnið sær eitt 15. pláss, og millum annað hevur Jyllands Posten í Århus nøkur sera rósandi orð til Rógva eftir avrikið.

Ikki minst tí Rógvi eisini hevði trupulleikar av kervinum á súkklu, men hóast hetta veruliga megnaði at leggja trýst á navnframu mótstøðumenninar.

Umframt at fáa stig til danska ratinglistan, fekk Rógvi eisini, sum fyrsti føroyingurin, stig til altjóða ratinglistan fyri súkklarar. Ei undur í, at Rógvi sjálvur er errin um hetta.