Úr Týsklandi í føðingardag hjá Jørleifi

Gamal vinskapur, ið stavar heilt afturi frá 1967, er hildin viðlíka, og nú Jørleif Kúrberg fylti 70, komu fýra fólk úr Týsklandi í føðingardag.

Ítróttur eigur heiðurin fyri mangt vinarbandið, og soleiðis er eisini vinskapurin millum føroyska Jørleif Kúrberg og týska Gerd Freyer uppstaðin.
- B36 hevði sum fyrsta føroyska felagið ein kendan, professionellan útlendskan venjara, Walther Pheiffer, og hann var vinmaður við venjaran hjá týska felagnum, Lübeck, sum kallaðist Heinz Lucas. Og Pheiffer fekk so í lag eina vitjan av týska felagnum, sigur Jørleif Kúrberg.
Týskararnir leiktu fýra dystir í Føroyum, sum teir vunnu allar.
- Føroyingar vóru púra bergtiknir av flotta spælinum, sum týskarar vístu. Tað var fantastiskur fótbóltur, sigur Jørleif Kúrberg.
Hann minnist, at ein dani var við á týska liðnum, ið nevndist Erik Nielsen.
- Tá í tíðini sluppu leikarar, sum leiktu professionelt, ikki á landsliðini, men hesin Erik Nielsen var fyrsti dani, sum slapp á landsliðið, eftir at verða blivin professionellur, sigur Jørleif Kúrberg.
Hendan vitjanin birti eitt vinarband millum Jørleif og Gerd Freyer, og tað er bara styrkna gjøgnum árini.
- Tað er serliga seinastu árini, at vit veruliga hava havt samband og vitja hvønn annan, sigur Jørleif Kúrberg.

Vitja borgarstjóran
Hesaferð høvdu Gerd og konan, Monika eitt annað vinarpar við sær í føðingardag hjá Jørleif Kúrberg, Ralf og Gerdu Muth.
- Gerd Freyer er føroyavinur burturav, og hansara kærleiki til Føroyar er avgjørt ikki minkaður eftir hesa ferðina, tí veðrið hevur veri ðso avbera gott. Vit vóru ein túr í Suðri sunnudagin í allarbesta veðri, og tað var ein stór uppliving, sjálvt fyri meg, sigur Jørlei Kúrberg.
Hann sigur, at seinast hann og konan, Thora, vóru og vitjaðu í Lüneburg, skipaði Gerd Freyer fyri, at tey sluppu at heilsa upp á yvirborgarstjóran í býnum, og nú syrgdi Jørleif so fyri, at týskararnir skuppu at heilsa upp á Heðin Mortensen.
- Vit eru jú gamlir kenningar, og eg vildi ikki standa aftan fyri Gerd, so vit vóru og heilsaðu upp á okkara borgarstjóra, sigur Jørleif Kúrberg.
Heðin Mortensen bjóðaði kaffi, og tá týsku gestirnir fóru avstað aftur, fingu teir gávu frá borgarstjóranum.
- Hann bar seg minst líka væl, sum yvirborgarstjórin í Lüneburg, sigur Jørleif Kúrberg, sum í morgun fór ein túr til Nólsoyar við týsku gestunum.