Úr Togo til Tórshavn

Clarisse Simonsen er ættað úr afrikanska landinum Togo, men hevur seinastu tvey árini búð í Føroyum. Hon er gift við føroyingi og starvast dagliga á Hotel Tórshavn.

Hvussu bar tað til at tú komst allan tann langa vegin úr Togo til Føroyar?
- Svigarinna mín, Annika var við Anastasis hjá Mercy Ships, og teir løgdu leiðina um Togo. Eg kom at kenna tey sera væl, vit gjørdust vinir, og tey bjóðaðu mær at vitja tey í Føroyum. Tað gjørdi eg so. Her lærdi eg beiggja hennara, Jákup Andrias at kenna og síðani giftust vit.
 
Hvussu var at koma úr Togo til Føroyar?
- Eg komi úr einum stóru landi við 5 mió. íbúgvum. So tað var ein stór broyting at koma til eitt lítið land við 50.000 íbúgvum. Vit hava ikki somu mentan, og ein má læra at  vera saman við hvørjum øðrum. Jú, tað hevur gingið væl. Her er gott at vera.
 
Hvat gert tú í frítíðini?
- Eg hjálpi til í ungdómsarbeiðinum After Eight í samkomuni Oasuni í Hoyvík og gangi annars í kyknubólki, har vit hittast heima hjá hvørjum øðrum til bíbliulestur og annað. Annars vitja vit fólk, svimja, ganga túrar ella koyra okkum ein biltúr fyri at síggja hetta vakra landið.
 
 
Nær fert tú aftur til Togo at vitja?
- Eg vildi fegin vitjað familju mína har, í dag um tað skuldi verið. Men fyrst má eg fáa permanent uppihaldsloyvi í Føroyum. Heilt erliga  ein slíkan dag sum í dag, við regni og kulda, tá leingist mær til hitan og sólina í Togo!
 
Hvørjum vilt tú heilsa?
- Fyrst og fremst vil eg heilsa verforeldrum mínum, Magnusi og Miu Simonsen, og annars allari svigarfamiljuni. Eg má bara siga, at tey eru sera góð við meg.