Einskiljing
Sosialurin/Rás2: Viðurskiftini á partabrævamarknaðinum eru ikki til vildar. Tað er støðan í flogvinnuni heldur ikki, og tí var tað rætt av landsstýrinum at gera av at bíða við at einskilja ein størri part av Atlantic Airways enn tann eina triðingin, sum bleiv einskildur í 2007.
Tað heldur í hvussu er Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Fleiri hava funnist at avgerð hansara, tí tey vilja vera við, at tað kann virka ørkymlandi fyri íleggjarar, at høvuðspartaeigarin í felagnum brádliga broytir kós og vísir frá tí, sum upprunaliga bleiv sagt.
Men Johan Dahl er ikki so eymur um íleggjararnar. Hann vísir á, at tann privata íløgan, sum er gjørd í Atlantsflog, man vera ein tann tryggasta íløgan, sum nakar privatur partaeigari hevur gjørt, soleiðis sum støðan er í løtuni. Øll onnur, sum hava sett pengar í partabrøv, hava mist pengar, men tey, sum hava sett pengar í partabrøv í Atlantsflogi, hava einki mist, sigur Johan Dahl við Rás2.
Seinkingin kanska óheppin
Landsstýrismaðurin heldur, at avgerðin hjá landsstýrinum at steðga á við einskiljingini, er ein reeall avgerð, og at tað er ábyrgdin hjá landsstýrinum sum høvuðspartaeigara at at tryggja, at felagið er í forsvarligum fíggjarligum skapi.
- Men hava teir privatu íleggjararnir ikki sett pengar í felagið undir skeivur fyritreytum, tá landsstýrið nú fer frá tí, sum bleiv lovað í byrjanini?
- Eg vil siga, at tað er kanska óheppið, at einskiljingartilgongdin er seinkað, men hon er ikki løgd í eina skuffu. Hon er seinkað orsakað av støðuni á marknaðinum, og eg trúgvi, at eitthvørt felag í heiminum hevði gjørt tað sama í somu støðu, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin sigur, at skuldi tað hent, at privatir partaeigarar í Atlantic Airways krevja at fáa sín pening aftur, tí landsstýrið er vikið frá teirri fráboðaðu ætlanini, so er tað eitt mál, sum tann politiski myndugleikin má taka støðu til.
- Er politisk undirtøka fyri at rinda peningin aftur, so er tað væl tað rætta, sigur Johan Dahl við Rás2.