Rætt av samgongulimum at úttala seg um Magna Laksáfoss í Degi og Viku

Hatta vóru júst røttu persónar, sum Kringvarpið valdi at úttala seg um samgongustev og samgonguarbeiðið

Skemitiligt var at síggja fyriskipaðu sendingina í Degi og Viku fríggjakvøldið, har fyrstur Bjarni Djurholm og síðani honum á baki John Johannessen úttala seg um Magna Laksáfoss, samgonguavtalur og stev.

Tann mest fjølmiðlasøkjandi landsstýrismaður nakrantíð í Føroya søgu er ivaleyst Bjarni Djurholm, sum í tíð og ótið sleingir um seg við ætlanum og avtalum av alskyns slag, oftast ting sum als ikki hava verið viðgjørd í samgonguni, men sum fyri at stilla hansara mediedekningstørv mugu brúkast fyri at síggjast og hoyrast so ella so .

Seinasta dømi vóru hansara egnu útmeldingar um at undirskriva avtalu um yvirtøku av loftrúminum og flogferðslu. Hetta mál hevur sum áður nevnt als ikki verið uppi til viðgerðar.

Tann persónur sum annars hevur atkvøtt minst saman við samgonguni í alskyns málum er John Johannessen.

Einhvør kann bert hyggja inn á seinstu fíggjarlógaratkvøðugreiðslu so fæst sjón fyri søgn - og so tosar hann sum tann sum borgar fyri góðum samgongustevi og samstarvsanda, ikki sørt nasadjarvt.

Magni Laksáfoss hevur á samgongufundi framlagt síni sjónarmið um fíggjar- og búskaparpolitikkin og eisini á samgongufundi víst á, hvar tað m. a. er møguligt hjá almennu Føroyum at spara og dríggja útreiðslur fyri at tálma búskapin.

Tað var á sama samgongufundi álagt honum at í mest møguligan um at tálma gjøgnum rakstur á fíggjarlógini - sjálvt um menn eru vitandi um, at tað er ein sera, sera trupul uppgáva.

At Herman Oskarsson er ósamdur í at búskapurin er upphitaður er eisini áhugavert, so fáa vit aðrar sjónarvinklar lýstar og sjónarmið fram, sum koma at føra til debatt, og tað er bert gott.

Hví skulu vit verða bangir fyri at debattera alment um ymiskt samfelagsmál av stórum týdningi??

Hóast ein er samdur ella ósamdur so er tað altíð sunt at kunna debattera - bæði innan fyri og uttan fyri samgongugátt.