Carl Herup smæddist ikki burtur, hóast hann við sínum 18 árum var millum teir yngstu á vøllinum. Hann vann avgerandi brotskastið, sum gav útjavnandi málið.
Hvussu upplivdi tú dystin?
Tað var ein røtt grannauppgerð við spenningi, og menn vóru uppsettir.
Tað gekk væl hjá tær. Hvussu er at koma inn og spæla ein týðandi leiklut í einum slíkum dysti?
Tað var heilt fantastiskt. Tá ið tú spælir, hugsar tú als ikki um, hvørjum tú spælir ímóti. Men tað er stuttligt at klára seg væl í einari slíkari grannauppgerð.
Tað gjørdist heitt móti endanum. Hvussu upplivdi tú tað?
Eg vann sjálvur brotskastið móti endanum. Eg haldi ikki, at eg vil siga nakað um tað.