Rætt og rímiligt

Rætt og rímiligt

 

Nú er neyðugt at gevast við runublakingini og at standa saman um at fáa eitt gott úrslit í sáttmálan við donsku stjórnina. Tað er bert ein spurningur um politiskan vilja til at áseta tað, sum er rætt og rímiligt.

Hvussu langt eru vit komin í samráðingunum um framtíðarstøðu Føroya?

Á fyrsta fundinum 17. mars vildi stjórnin als ikki góðtaka sáttmálauppskot landsstýrisins sum grundarlag.

Á øðrum fundi tann 2. mai varð sáttmálauppskot landsstýrisins góðtikið sum grundarlagið. Hóast fundurin byrjaði við afturvísing av fleiri týdningarmiklum pørtum í sáttmálauppskotinum, so broyttist alt hetta undir samráðingunum ? rætt og slætt tí at føroyska samráðingarnevndin var væl fyrireikað og hevði bestu grundgevingarnar. Tí fekst semja um at sáttmálin skal áseta:

oFelags gjaldoyra.

oFelags kongshús.

oRættindir hjá føroyingum og dønum hvør hjá øðrum.

oUmsitingarligt samstarv um eitt nú dómstólar, løgreglu, fíggjareftirlit, innskjótaratrygd o.a.


Bert politiskur vilji restar

Hetta er júst sum landsstýrið hevur skotið upp og ein meiriluti av løgtinginum tikið undir við. Sáttmálauppskotið er greitt. Ongar løgfrøðisligar ella tekniskar forðingar eru.

Tað írestar í veruleikanum ein politisk semja um, hvat skal standa í grein 10 í sáttmálanum viðvíkjandi búskaparligu skiftistíðini. Og enn hevur ongin saklig viðgerð verið millum partarnar um, hvat skal til fyri at tryggja ein sjálvberandi føroyskan búskap.

So nær eru vit við at greiða okkara framtíðarstøðu í sátt og semju og at leggja eitt skilagott uppskot fyri allar føroyskar veljarar. Um at taka fulla ábyrgd og fult ræði í okkara landi og at gerast javnsett fólk millum heimsins tjóðir.

Kortini hoyrast áheitanir um uppgávulyndi ? men tað er kanska júst tí, at vit ongantíð hava verið nærri málinum.


Skiftistíðin sum hóttan

Men sjálvandi sigur danska stjórnin, at skiftistíðin verður stutt. Hon hevur jú alment sagt, at hon vil varðveita evsta vald í Føroyum, og at henni hóvar støðuna hjá andstøðuflokkunum í Føroyum betur enn støðuna hjá landsstýrinum.

Hetta er rættiliga óhoyrt fyri eitt demokratiskt samfelag í ár 2000. Men tað kann ikki undra nakran, at ein forsætisráðharri ikki vil missa ein part av ríkinum ? tað hevði verið ábyrgdarleyst av honum.

Onki løgið er í tí. Tað løgna er bert, at sjónarmiðini hjá donsku stjórnini verða endurtikin í Føroyum sum ævigur sannleiki. Uttan ein einasta spurning til stjórnina og føroysku andstøðuflokkarnar um, hví hetta er rætt og rímiligt.


Teir rímiligu spurningarnir

Tað mátti verið rætt og rímiligt at fingið svar uppá eitt nú hesar spurningar frá stjórnini ella frá teimum føroysku flokkunum, ið taka undir við útsagnunum frá stjórnini:

oHví vil danska stjórnin ikki stuðla, at føroyingar taka fulla ábyrgd av landinum?

oVil hon hinvegin gjalda fyri at varðveita sítt fullveldi yvir Føroyum ? og stuðla, at vit ikki taka ábyrgdina?

oEr tað í lagi hjá dønum at gjalda nógvar milliardir næstu árini til eitt heimastýri, men ikki at stuðla eini rímiligari skiftistíð til ein sjálvberandi føroyskan búskap, ið hevði spart Danmark 19-20 milliardir næstu 20 árini?

oHví er tað so týdningarmikið fyri Danmark at hava fullveldi hjá sær sjálvum og í Føroyum? Er tað bara forfeingiligheit og fyri at hava nakrar flaggstengur við fløggum á føroyskum øki?

oUm fullveldi bara er romantiskt ørvitistos, er tað so neyðugt hjá Danmark at hava fullveldi?

oEr tað rætt og rímiligt, at Danmark hevur havt evsta vald í Føroyum í 600 ár, og nú skulu vit hava 3-4 ár at umstilla okkum?

oEr tað rætt og rímiligt, at Danmark fær minst 10 ár at umstilla seg til evruna, meðan hjá okkum skal tað verða knívskorið, tá vit taka nógv størri stig?

oEr tað rætt og rímiligt, at Føroyar skulu fáa eina ólagaligari skiftistíð enn onnur lond, sum hava gingið somu leið í nýggjari tíð?

oHví skulu Føroyar og Danmark ikki samstarva munandi betri sum tvey javntsett og sjálvstøðug lond?

oVil Danmark bert samstarva við føroyingar, um donsku ríkismyndugleikar hava evsta valdið í Føroyum?

oEr tað rætt og rímiligt, at okkara framtíðarstøða skal viðgerast av ráðharrum, ið á samráðingarfundi føra fram, at 150.000 ? 200.000 føroyingar búgva í Føroyum? Er hetta haldgott støði fyri røttum avgerðum?


Høgni Hoydal

Landsstýrismaður í sjálvstýrismálum