Rætt skal vera rætt

Ætlanin hjá samgonguni at yvirtaka dómsvaldið er í stríð við ta stjórnarskipan, sum løgmaður eigur at verja.

 

Edmund Joensen,

løgtingsmaður


Ætlanin hjá samgonguni at yvirtaka dómsvaldið er í stríð við ta stjórnarskipan, sum løgmaður eigur at verja. Tí er skrivligur fyrispurningur hesum viðvíkjandi settur løgmanni í løgtinginum.

Vandi er fyri løgfrøðiligum ruðuleika, um verandi samgonga fremur sína ætlan um at yvirtaka dómsvaldið í stríð við heimastýrislógina. Í samtyktini um sjálvstýri Føroya fólks hjá einum teprum meiriluta á tingi stendur millum annað, at dómstólar, ákæruvald og annað skal undir føroyskt málsræði í seinasta lagi hin 1. januar 2004.

Hetta má metast vera í stríð við ta stjórnarskipan, sum løgmaður sjálvur er settur at verja. Málið er tí sera álvarsligt.

Føroyska stjórnarskipanin er bygd upp av fleiri liðum. Ovast er ríkisgrundlógin. Næst henni er heimastýrislógin, sum skipar viðurskiftini millum land og ríki. Hon er sáttmálin millum landið og ríkið, sum bæði fólkatingið og løgtingið hava samtykt. Síðani er innlendis stýri okkara skipað í stýrisskipanarlógini.

Fremsta uppgáva løgmans er at halda og verja hesa stjórnarskipan, í øllum førum so leingi sum ongin onnur skipan er samtykt á rættan hátt. Ynskir løgmaður loysing, so at ríkisgrundlógin og heimastýrislógin fara úr gildi, so kann hann skjóta upp at loysa frá Danmark. Vil løgmaður ikki loysa, má hann virða galdandi skipan.

Heimastýrislógin hevur fleiri ymsar mátar at geva føroyingum ávirkan ella ræði á ymsum málsøkjum. Yvirtøkur eftir lista A kunnu gerast bert við at boða frá. Yvirtøkur eftir lista B krevja samráðingar. Yvirtøkur eftir §2 kunnu veita føroyingum heimildir á felagsmálsøkjum. Men harumframt kann løgtingið samtykkja ríkislógartilmæli viðvíkjandi felagsmálum.

Løgmaður eigur at vita, at dómsvaldið er eitt málsøki, har skipanin er, at vit gera tilmæli. Hetta hevur tingið eisini altíð gjørt. Til dømis samtykti tingið fyri tveimum árum síðani tilmæli um serlig krøv til málsligan førleika hjá dómarum. Føroyar hava í veruleikanum longu egna rættarskipan, tí ein serlig rættargangslóg er galdandi fyri føroysk rættarmál, men dómsvaldið liggur hjá ríkinum og dómstólarnir eru ríkisstovnar.

Grønland hevur í dag eina heilt øðrvísi rættarskipan enn ta donsku, serliga innan revsimál. Men dómsvaldið er hjá ríkinum, skipanin er stovnað sambært ríkislóg, og málini kunnu kærast inn fyri eyst-ara landsrætt og hægstarætt.

Í hvørgum førinum er tó talan, um at dómsvaldið er yvirtikið. Dómsvaldið liggur hjá ríkinum, so leingi vit eru í ríkinum. Hinvegin kann rættarskipanin, tað vil siga málsviðgerðin og bygnaðurin, saktans tillagast til tørvin og ynskini hjá ymsu ríkispørtunum.

Mannagongdin má tó vera eftir teirri stjórnaskipan, sum Føroya løgting hevur samtykt í semju við danska ríkið: ábøtur á rættarskipanina fara fram sum ríkislógartilmæli og við samráðing.

Velur løgmaður hinvegin at leggja fram uppskot um einsíðuga yvirtøku av dómsvaldinum, meðan vit eftir egnum vilja eru í ríkinum, brýtir hann stjórnarskipanina, tvs. bæði heimastýrislóg og stýrisskipanarlóg, og leiðir Føroya fólk út í ein løgfrøðiligan hurlivasa. Tað er av sonnum ein álvarslig støða at koma Føroya landi útí.