Næsta avbjóðingin, sum føroyski fótbóltsheimurin hevur fyri framman, er tann í Skotlandi leygardagin. Takið hjá Jógvani Martin Olsen og hansara monnum verður av vaska døkka blettin burtur, sum tað var, tá ið tað í fyrstu avbjóðingini í nýggju EM undankappingini endaði við 6-0 tapi móti Georgia.
Eingin ivi er um, hvat er tað allar týdningarmiklasta, sum spælararnir skulu stinga í taskuna, áðrenn teir fara frá húsum mikudagin. Tað er hugburðurin, sum altíð hevur verið ovast á breddanum, tá ið Føroyar hava staðið seg væl, og tað er hugburðurin, sum nógvir høvdu gloymt, tá ið teir fóru á vøllin á Svangaskarði næstsíðsta mikukvøld.
Útisetarnir
Í vikuskiftinum vóru landsliðsspælararnir í síðstu royndunum, áðrenn teir fara av landinum. Merkisvert fyri landsliðið er í løtuni, at nógv teir flestu spælararnir eru í feløgum í Føroyum. Útisetarnir eru færri, enn teir leingi hava verið. Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen høvdu ivaleyst verið sjálvskrivaðir til Skotlands ferðina, um teir høvdu verið tøkir. Men báðir útisetarnir í Aalborg eru skaddir, og tað er Andrew av Fløtum í Fremad Amager eisini.
Einastu útisetarnir eru Símun Samuelsen í Keflavík og Claus Bech Jørgensen í Coventry. Símun sigst í summar at hava staðið seg væl í íslendsku kappingini. Hann er fastur maður á liðnum hjá Keflavík. Í dystinum móti Georgia var hann millum teir fyrstu ellivu, men tað kann ikki sigast, at hann sannførdi um, at hann eigur sjálvsagt afturval nú leygardagin.
Føroyskir spælarar, sum tey seinnu árini hava roynt seg í Íslandi, tykjast ikki hava ment seg nakað serligt. Rógvi Jacobsen er møguliga annað dømi um hetta. Áðrenn hann fór til KR, var hann framúr í HB. Síðani hann kom aftur til HB hevur hann í øllum førum ikki skorað so ofta, sum hann gjørdi, áðrenn hann fór avstað, hóast hann hevur havt positiva ávirkan á liðið.
Claus Bech Jørgensen hevur ikki verið á liðnum í Coventry í fyrstu umførunum í hesum kappingarárinum. Móti Georgia var hann millum teir mest eyðsýndu í 1. hálvleiki, men hann kom ikki á vøllin eftir steðgin.
Aftaru menninir
Landsliðsmálverjarnir báðir, Jákup Mikkelsen og Meinhardt Joensen, vóru sunnudagin báðir á liðum, sum fingu fulla úrtøku. Eingin bóltur slapp framvið Jákupi Mikkelsen í B36 málinum í Vági. Tvey mál fóru ígjøgnum hjá Meinhardti Joensen, tá ið KÍ spældi á Toftum. Annað var brotsspark, eftir at Meinhardt fyri fjórðu ferð í ár hevði bjargað brotssparki í landskappingini.
Óli Johannesen gjørdi burtur av sær leygardagin. Einki mál fór ígjøgnum hjá TB, sum spældi móti teimum næstbestu hjá KÍ, og Óli skoraði eitt av seks málum í uppgerð, sum á ongan háttt kann sammetast við tað, sum liðformaðurin leygardagin verður partur av.
Atli Danielsen var miðverji móti Georgia. Sunnudagin var hann á framrættaðum miðvallarplássi hjá KÍ. Við sínum góða bóltførleika var hann millum teir frægu, uttan at hann tó skaraði framúr. Hinir báðir verjuspælararnir á listanum hjá landsliðsvenjaranum eru HB spælararnir Vagnur Mohr Mortensen og Janus M. Joensen. Vagnur var leikbannaður sunnudagin. Tá ið Skála javnaði til 1-1, var tað eftir gjøgnumbrot í síðuni hjá Janusi, sum hevur staðið seg stak væl í ár.
Miðvallararnir
Á listanum hjá landsliðsvenjaranum eru ellivu av teimum nítjan, sum hava fingið landsliðsboð, skrásettir sum miðvallarar. Teirra millum eru teir báðir omanfyri nevndu útisetarnir.
Landsliðsvenjarin plagar at siga, at honum dámar væl at hava fleksiblar spælarar, og soleiðis er tað eisini í hesum førinum. Eitt nú er Jákup á Borg, sum sunnudagin var kosin besti HB spælarin, millum miðvallararnar á landsliðslistanum. Móti Georgia var hann vongverji í høgru, og sunnudagin var hann álopsspælari og einasti HB málskjúttin! Rógvi Jacobsen er eisini millum miðvallararnar á listanum. Bæði móti Georgia og á HB liðnum móti Skála sunnudagin var hann álopsspælari.
Hanus Thorleifsson og Fróði Benjaminsen, sum misnýtti brotsspark, vunnu við B36 í Vági. Serliga Hanus hevur verið væl upplagdur í summar, meðan Fróði eftir drúgva skaðasteðgin hevur restað eitt sindur í, áðrenn hann aftur er á støðinum, sum áður hevur gjørt hann til kanska týdningarmiklasta miðvallaran av øllum.
Bárður Olsen og Hans Pauli Samuelsen eru saman við restini av EB/Streymi flúgvandi. Móti Georgia var hvørgin teirra millum teir fyrstu ellivu. Tað eigur at vera møguleiki fyri, at venjarin hesa ferð hugsar um at geva Hans Paula størri leiklut. Bæði út frá tí sum hann vísti ta løtuna, sum hann var á vøllinum móti Georgia, og út frá tí sum hann hevur víst í landskappingini.
Pauli G. Hansen og Kári Nielsen kappast um sama plássið á landsliðnum. Sunnudagin kappaðust teir móti hvørjum øðrum í Gundadali, men har stjól Nenad Stankovic meira myndina við sínum framúr góða spæli. Og so er tað Julian Johnsson, sum var óvæntaða úttøkan hesa ferð, og sum kann vinna plássið frá báðum teimum omanfyri nevndu. Julian skoraði á Svangaskarði sunnudagin, og hugburðinum hjá honum bilar ongantíð nakað. Tá ið landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir veteraninum, so kann tað væl hugsast, at tað er tí, at hann ætlar at geva honum kjansin millum teir fyrstu ellivu.
Álopsspælararnir
Jónhard Frederiksberg kom við upp á avboð móti Georgia. Christian Høgni Jacobsen hevur verið fremsti álopsspælarin í Føroyum higartil í ár, og hann er toppskjútti í Formula deildini. Tær seinastu tríggjar ferðirnar hevur NSÍ einki fingið burturúr móti toppliðunum. Tað hevur eisini verið torført hjá Christiani Høgna.
Serliga torført hevði hann tað sunnudagin, tá ið Piotr Krakowski hevði seymað yvirfrakka til mannin, sum tvær ferðir fyrr í ár hevur verið EB/Streymi boysin. Sorin Anghel rann aftaná Christiani Høgna, og ta duellina vann rumenski álopsspælarin hjá EB/Streymi.
Áður hevur tað verið nevnt, at Sorin hevði verið góður at havt hjá landsliðsvenjaranum. Eingin ivi er um tað. Spurningurin er, um tað ikki skjótt eisini fer at verða pláss fyri hinum álopsspælaranum hjá EB/Streymi, Arnbirni Hansen, millum teirra, sum fáa landsliðsboð.
Arnbjørn telist ikki millum teirra, sum í kvøld og í morgin fara at rigga seg til landsliðsferðina niður til Skotlands. Tað síðsta, sum teir nítjan, sum skulu avstað, eiga at stinga niður í taskuna og tað fyrsta, sum teir eiga at taka burtur úr taskuni, tá ið teir mikukvøldið eru komnir á gistingarhúsið í Glasgow, er rætti hugburðurin og stríðsviljin. Um hann verður í bagagini, so er grundarlagið lagt fyri betri avriki og úrsliti enn móti Georgia. Næstan uttan mun til hvørjir ellivu fara á vøllin!