Ríkisrættarmálið ímóti fyrrverandi íslendska forsætisráðharranum Geir Haarde byrjaði í Reykjavík í dag. Geir Haarde er ákærdur fyri sín leiklut í fíggjar- og bankakreppuni, sum tók seg upp á heysti í 2008, og sum hevur kostað tí íslendska samfelagnum ovurhonds nógvar pengar.
Sjálvur noktar Geir Haarde seg sekan. Hann segði í dag, at ákærurnar eru púra burturvið og láturligar, og at ríkisrættarmálið er politisk forfylging.
Málið ímóti tí 60 ára gamla Geir Haarde er í Hægstarætti, og verður fyrrverandi forsætisráðharrin funnin sekur, kann hann fáa upp í tvey ára fongsul.