Rættarpolitikkurin: Jógvan S og eygleiðarin

   

Enn eina staðfest, at kravið um at "lóg er lóg og lóg skal haldast" valdast hvønn og hvat málið snýr seg um.

Søgan um "Jógvan S" lýsir so væl sum nakað politisku skipanina í Føroyum. Eitt áhugavert í hesum máli er, at tjóðveldisflokkurin hevur í "Fregnir" fleiri ferður lagt fólkaflokkin undir korruptión, uttan at fólkaflokkurin hevur so frægt sum roynt at vísa hesum aftur!
Mannagongdin má eisini sigast at vera merkisverd, tá hugsað verður um tær royndir, sum vit onnur hava av avgreiðsluni í fiskimálaráðnum, sum komið verður til seinni í greinini. Tá talan er um fólkaflokksáhugamál og beint uppundir val kann eitt so torgreitt mál verða avgreitt eftir einum gerandisdegi.
Í hesum døgum sleppur tjóðveldisflokkurin at føra seg fram sum teir stóru rættvísisapostlarnir í hesum máli við sínum kravi um, at fiskiloyvið hjá "Jógvan S" skal takast aftur, grundað á niðurstøðu hjá landsstýrismálanevndina.
Her til skal fyrst sigast, at søgan prógvar als ikki, at landsstýrismálanevndin umboðar nakra hægri rættvísi. Hetta hevur verið prógvað væl og virðiliga í FF-blaðnum. Heldur er nevndin vorðin ein politisk amboð hjá parti av samgonguni móti øðrum parti í einum ping pong spæli at jarðleggja hvønn annan.

Hvør skal svíða fyri ólógliga umsiting?
Men hetta reisir eisini aðrar spurningar. Ein er hvør skal svíða fyri eini evt. ólógliga umsiting? Skal tað vera tann, sum hevur gjørt seg sekan í lógarbroti, ella skal tað vera tann borgarin, sum hevur fingið eina tilsøgn frá almennum myndugleika, sum eftir øllum umsitingarreglum er bindandi?
Og hvussu við tí myndugleika, løgmanni, sum hevur eftirlitsskyldu við, at landsstýrismenn røkja sítt starv á fullgóðan hátt? Og hvør skal gjalda tað endurgjald, sum sjálvt framsøgumaðurin hjá tjóðveldisflokkinum viðurkennir skal gjaldast við afturtøku av fiskiloyvinum hjá Jógvan S?

Lóg er lóg, men lóg skal (opinbart) valdast!
Í einum rættarsamfelagið er tað ein høvuðsregla, at øll skulu vera líka fyri lógini. Hetta má eisini innibera at politiska skipanin, sum t.d. løgtingið skal viðgera øll politisk framd lógarbrot eins. Um hetta ikki verður gjørt kann ivi vera um, hvørt tað veruliga er rættvísiskensla sum liggur aftanfyri.
Síðan verandi samgonga tók við í 1998 er hent tað, at alt sum eitur fyrisitingarlóg er sett úr gildi. Hetta merkja fiskimenn og teirra felag dag og dagliga. Henda gongd er grundað á beinleiðis lógarbrot hjá Anfinn Kallsberg, sum hann framdi sum bráfengis landsstýrismaður í fiskivinnumálum í 1998, og ta í eini støðu, tá hann skuldi havt annað at hugsa um.
Men hetta lógarbrot varð bakkað upp av tinginum, og eisini av tjóððveldisflokkinum. Júst henda tingsins góðkenning av, at landsstýrismaður ikki nýttist at fylgja eini løgtingslóg, hevur lagt grundarlagið fyri ta longu røð av ivasamari umsiting í fiskimálaráðnum síðan tá, um bert gingið skal vera út frá landsstýrismálanevndini.
Vit hava tær somu royndir, tá talan er um málsviðgerð av málum viðvíkjandi fiskimonnum. Hesi eru sera væl lýst í FF-blaðnum. Men landsstýrismálanevndin hevur als ikki havt áhuga fyri tilætlaðum brotum á lógum viðvíkjandi rættindi hjá fiskimonnum. Tað hon hevur gjørt er at legaliserað slík brot. Tað í sær sjálvum setir spurnaðartekin við hesa nevnd.

Eitt dømi er nóg mikið: Eygleiðaramálið.
Tað er nóg mikið at lýsa bert eitt mál, eygleiðaramálið, sum saman við Jógvan S málinum lýsir rættarstøðuna í Føroyum betri enn nakað annað.
Í eygleiðaramálinum var gongdin í stuttum henda:
Fiskimaður við rækjuskipi ger fiskimálaráðnum tann beina at mynstra sum eygleiðari. Eftir ávísing hagani verður mynstrað á einum serligum teigi í mynstringarlistanum. Tá maðurin gerst sjúkur verður júst hetta nýtt sum grundgeving fyri at nokta honum sjúkraviðbót. Hetta er í sær sjálvum ein "góð" og ræðandi lýsing av hugburðinum í politiskt/umsitingarligu skipanini móti teimum borgarum, sum hon skal eitast at tæna!
Hjá FF hevur tað ongantíð verið nakar sum helst ivi um, at tað var ein fullkomiliga greið heimild í lógini fyri at gjalda sjúkraviðbót. Hetta mál endaði í rættinum, har FF fekk viðhald. Men tað sum er fullkomiliga lýsir rættarfatanin í politisku skipanini er sjálv "viðgerðin" av málinum í fiskimálaráðnum, har Jørgen Niclasen hevði beinleiðis ábyrgdina.

Eingin løgfrøðislig
viðgerð.
Og her kann staðfestast:
1. Fyri tað fyrsta fekk borgarin ongantíð nakra grundgeving fyri, at hann ikki kundi fáa sjúkraviðbót, og er hetta einsamalt beinleiðis brot á fyrisitingarlógina.
2. Men undir sakini kom eisini fram, at málið hevði ongantíð fingið nakra málsviðgerð og at eingin løgfrøðingur hevði nakrantíð mett um málið. Hevði tað verið gjørt hevði tað ongantíð gjørst nakar trupulleiki hjá borgaranum, tí løgfrøðisliga var málið fullkomiliga greitt.
3. Hvussu lítið fiskimálaráðið hevði um at halda, varð eisini greitt undir sjálvari dómsviðgerðini. Teir høvdu einki skjal at leggja fram sum stuðlaði teirra sak, og teir góvu heldur ikki frágreiðing í rættinum sum kundi útgreina teirra sjónarmið. Hetta prógvar í sær sjálvum, at her var eingin saklig grund fyri umrøddu mannagongd.

Hvussu kávað verður yvir - summi - lógarbrot.
Eitt ár eftir at málið byrjar leggur Jørgen Niclasen nú uppskot fyri tingið um at geva heimild at geva eygleiðarum sjúkraviðbót. Fekst tingið at avgreiða málið áðrenn viðgerðina í rættinum, slapp hann undan at fáa staðfest, hvussu hann enn einaferð hevur framt lógarbrot. Hetta uppskot varð fyrst lagt fyri fiskivinnuráðið, sum var samt um, at hetta uppskot var ikki neyðugt, tí heimildin var longu til staðar í tá verandi lóg! Men hóast hesa greiðu staðfesting, sum kundi verið sakligt grundarlag fyri at avgreiða málið, leggur Jørgen av umrøddu orsøk málið fram á ting.
Nú er Jørgen komin í tingið aftur, og hann leikar í at fáa umrødda lógaruppskot samtykt í tinginum, áðrenn sakin kemur fyri rættin, so tað ikki skal verða staðfest, hvussu hann hevur farið við fiskimanni í egnari tænastu.

Hvør er nú í parti við Jørgen: Tjóðveldisflokkurin!
Og hvør stendur nú við hansara lið í royndunum at káva útyvir greitt og tilætlað lógarbrot? Jú, tann í dag í Jógvan S málinum sjálvrættvísi tjóðveldisflokkurin!
Hóast umrøddu royndir endaði hetta við, at dómurin fall og gav FF fult viðhald áðrenn tingmálið hjá Jørgen varð endaliga avgreitt í tinginum. Hetta skuldi so náttúrliga ført til, at tingmálið fall burtur, tí tað ikki longur var aktuelt. Ikki minst skuldi hetta verið gjørt, tí tað kundi staðfestast, at Jørgen við framløguni av lógaruppskotinum beinleiðs hevði villeitt tingið við sínum grundgevingum og viðmerkingum fyri at leggja málið fram! Nevniliga at tað ikki var lógarheimild fyri at geva sjúkraviðbót. Hetta fortelur hann tinginum uttan at nøkur løgfrøði stóð aftanfyri.

Føroya Løgting letur seg brúka.
Men hvat ger tingið? Tað ger seg enn einaferð fullkomiliga til láturs við at samtykkja eina lóg sum longu er í gildi við tí endamáli at halda hondina yvir lógarbrot hjá Jørgen Niclasen (og Anfinn Kallsberg sum fyriskipara og sum hann ið eftirlitsskyldu við landsstýrismonnum).
Hevði løgtingið so av illum nýtt tikið spurningin um viðgerðina av hesum máli upp og álagt avvarðandi landsstýrismonnum við umsitingum at fáa skipaða málsviðgerð í framtíðar málum, so slíkt ikki kundi henda aftur, so kundi nakað verið gjørt við ta grundleggjandi orsøkina til, at ein slík umsiting í heila tikið kundi finnað stað.
Men hetta hevur púra ongan áhuga. Og tað kann longu staðfestast, at "viðgerðin" hjá tinginum av hesum máli verður náttúrliga av umsitingini tikið sum eina góðkenning av, hvussu henda málsviðgerð er farin fram. Og tí eru endurtøkur longu á veg.

Føroyski borgarin rættarleysur.
Hetta mál vísir púra greitt, at borgarin í Føroyum er púra rættarleysur. Tí hetta mál er als ikki nakað eindømi. Men tað eru uttan iva í nógvum øðrum førum, at borgarin ikki er so heppin sum í hesum máli, at hann hevur ein til at føra sína sak. Í slíkum førum kemur borgarin ikki at fáa sín rætt. Og politiska viðgerðin av hesum máli er eitt greitt signal til umsitingina um, at hon skal bara gera sum hon plagar og sum tað hóvar henni.
Hetta mál vísir eisini enn einaferð, at rættur fyri lógini valdast hvør tú ert. Er tú ikki í krithúsinum hjá teimum ráðandi hevur tú ongan kjans. Og hetta lata teir ráðandi ganga útyvir meinigar borgarar. Hetta er almenni rættarpolitikkurin í Føroyum.

Eingin andstøða.
Tað má kennast løgið, tá ein sær hvussu stjórnir í einaræðislondum mugu enntá nýta stóra orku til at niðurberja andstøður, sum enntá seta lívið í vága fyri at kunna verja fólkaræði og mannarættindi, at síggja hvussu vit í Føroyum hava eina andstøðu, sum fullkomiliga er farin í "sjálvbodna likvidatión", og sum er so steindeyð sum um hon var gassað í sjónleikarhúsinum í Moskva.
Nú hevur ein kunnað sæð rættarbrot eftir rættarbrot á ymiskum økjum, uttan at "andstøðan", sum vera skal, hevur klovið í tvey. Ein hevði kanska kunnað vænta, at javnaðarflokkurin fór at gera bart, tá teir síggja hvussu vanligir borgarar verða viðfarnir. Men hesin einaferð so stolti flokkur við sínum einaferð órædda blað eru vorðin so "konfliktsky" at fremsta endamálið er, at verandi samgonga skal ikki trakkast á tærnar. So heldur lata eyguni aftur fyri slík uppløgd og tilætlað rættarbrot, sum her er talan um.
Tað kann í hvussu er staðfestast at hesir báðir flokkar í andstøðu eru í hvussu er ikki alternativ til nakað sum helst.
Hetta er tann rættarstøða sum Lisbeth Petersen, Høgni Hoydal, Jóannes Eidesgaard, Anfinn Kallsberg, Jenis av Rana og Kári Højgaard hava at bjóða føroyska borgaranum.