Rættasta avgerðin í lívinum

Samgongan heldur framvegis saman, hóast brotasjógvar eru. Og lagt verður upp til at halda fram eftir valið. Men hvussu kann løgmaður liva við at arbeiða saman við Tjóðveldisflokkinum, tá hesin ferð eftir ferð leggur løgmann undir at verða forðingin fyri fullveldinum eitt nú við at ikki at tora at taka eina fólkaatkvøðu um málið?


Valskeið rennur út

-Sum frálíður fer hvør tann einasti tjóðveldismaður í hesum landi at geva mær rætt í, at tað var tann rættasta avgerðin, sum Anfinn nakrantíð hevur tikið ikki at taka eina fólkaatkvøðu, og eg eri meira og meira sannførdur um fyri hvønn dag, sum fer, at hatta var ein tann skilabesta politiska avgerðin, ið eg nakrantíð hava tikið.

-Men tað skerst ikki burtur, at tú hevur fingið lemjandi kritikk frá tínum samstarvsfeløgum fyri tað?

-Tað havi eg fingið, tí at man tá vildi royna at spenna vøddar móti donskum myndugleikum, og tað hevði eitt einasta endamál, sum er framhaldandi konfrontatión millum Føroyar og Danmark. Og tað haldi eg vit síðani eftir at hava broytt leistin hava sæð var ikki tann rætti vegurin. Um tað, sum Anders Fogh Rasmussen nú sigur við Ritzau verður niðurstøðan á fundinum í Tinganesi mánadagin, so havi eg fingið tað váttað einaferð enn, at leisturin eg havi valt er rætti vegurin at fara. Tí eri eg eisini sera fegin um, at fólkaatkvøðan varð avlýst.

Løgmaður heldur ikki, at tað er nakar politiskur flokkur í Føroyum hevur nakað ímóti hesi gongd.

-Lyklaspurningurin í valstríðnum verður tá ikki eitt mál millum Føroyar og Danmark, men tað verður, hvussu vit í Føroyum megna at leggja útviklingin til rættis hjá okkum sjálvum. Tá er tað ein spurningur um at fara út til Føroya fólk og spyrja, hvussu man vil leggja hesa gongd til rættis.

-Veljaratølini hava ikki verið góð. Væntar tú, at nýggja útspælið frá Anders Fogh Rasmussen fer at gagna tínum flokki til valið?

-Eg vóni, at málið um tilgongdina í sjálvstýrismálinum úti millum fólk verður eygleitt sum ein varligur og tryggur útviklingur. Hetta er ikki nakað hasard. Tað skal byggja á búskaparligt kjølfesti og vera ein skipað tilgongd.