Í farnu viku varð altjóða kvinnudagurin, 8. mars hildin kring allan heimin - eisini her á landi.
Í hesum sambandi hevur biskupur gjørt eitt lítið yvirlit, sum lýsir lutfallið millum kvinnur og menn í størvum, ráðum og tænastum í kirkjuni.
Jógvan Fríðriksson staðfestir stutt, at kvinnurnar eru væl við í nevndum og ráðum, og at í einum ráðið, nevniliga Próstadømisráðnum eru tær í meiriluta.
Hinvegin vísir hann á, at í 7 av 14 prestagjøldum eru 213 kirkjutænarar, og í hesum støðum liggur parturin hjá kvinnunum ikki eftir.
Øðrvísi lutfall
Tá talan er um prestar í fólkakirkjuni eru teir 24 í tali, og av hesum er 4 kvinnur.
Væl javnari er býtið, tá talan er um deknar í teimum 7 prestagjøldunum, sum eru við í uppgerðini. Hesir eru 89 í tali, harav 47 % teirra eru kvinnur.
Bert 17 % av urguleikarunum eru kvinnur, meðan einans kvinnan er klokkari av teimum 77, sum eru við í uppgerðini.
Annars er full javnstøða á skrivstovuni hjá dómprósti og biskupi, men í Próstadømisráðnum hava kvinnurnar meirilutan.
Tá talan er um kirkjuráðslimir eru 45% av teimum íalt 371 limunum kvinnur.
- Hugsa vit um løntar og óløntar tænastur í fólkakirkjuni, so er talið av kvinnum munandi økt ta seinastu fjórðings øldina. Lutfallið er væl øðrvísi í dag, enn tað var, tá undirritaði byrjaði tænastuna sum prestur í fólkakirkjuni, slær Jógvan Fríðriksson, biskupur fast.