Tað merkist týðiliga í triðstørstu føroysku kommununi, tá ið eitt so stórt tiltak, sum North Atlantic Fish Fair, fer fram.
Sum eitt heilt fjall við bryggjuna í Saltangará liggur Norrøna, og á havnalagnum eru goymslubygningarnir hjá Skipafelag Føroya og reiðaravirkinum, Beta, "knýttir" saman við trimum stórum tjøldum.
Runt um í kommununi hanga fløgg, og vegir og gongubreytir eru rein og nosslig.
Stevnan minnir veruliga um tær stóru altjóða stevnurnar, tú sært uttanlands.
Eitt óført og gevandi tiltak, sum góðar kreftir nú á øðrum sinni hava megnað at reist á føtur.
Nógv vitjandi
Tað er hugnaligt og rættiligur stevnuhýrur í Runavíkar kommunu í hesum døgum.
Týsdagin var veðrið heldur illsligt og kalt, men mikumorgunin hevði sólin hug at daga fram.
Veðrið hevur nógv at siga, tá ið slík tiltøk verða hildin, og nú bendir alt á, at veðurgudarnir fara at halda sær í skinninum.
Nógv fólk var væntandi á North Atlantic Fish Fair í gjár og í dag.