Rætting til S&K-Felagið

Formaðurin í S&K-fel­ag­num, Pæt­ur Nicl­asen greiddi í gjár í Útvarpi Før­oya frá, at orsøkin til at fel­ag­ið hevur meldað seg úr Føroya Arbeiðarafelag var, at S&K-felagið onga á­virk­an fekk í FA og at leiðsl­an í S&K-felagnum kundi skaffa limunum bet­ur eft­ir­løn­ar­skip­an og lívs­trygg­ingarskipan við at standa uttan fyri FA.

Ingeborg Vinther
Føroya Arbeiðarafelag

Eisini greiddi Pætur Nicla­sen í útvarpinum frá, at so at siga allir limirnir á aðalfundi høvdu tikið undir við, at S&K-felagið skuldi melda seg úr FA.
Av tí at tað sum Pætur Nicl­a­sen greiddi frá í út­varp­i­num ikki er rætt, so síggja vit okkum hava skyldu til at koma við einari rættleiðing:
Vit skulu vísa á:
-at leiðslan í S&K-fel­ag­­num í sambandi við út­­meld­i­ng sína, ikki hevur grett orð um, at misnøgd við tørvandi ávirkan innan Før­oya Arbeiðarafelag var or­søkin til útmeldingina,
- at vit í 2005, bóðu nevnd og for­mann­in í S&­K-fel­ag­num á fund, tí vit høvdu hoyrt at tey ætlaðu at melda seg úr Føroya Ar­beið­ar­a­fel­ag. Tey søgdu at tey høvdu ongar ætl­an­ir um at melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag og at tey vóru væl nøgd við lim­a­skap sín og við samstarvi mill­um feløgini.
- at ein fyrrverandi for­­mað­­ur í S&K-felag­num hev­­ur verið nevndarlimur í Før­oya Arbeiðarafelag, til við­komandi sjálv segði seg frá og síðani tá hev­ur S&K felagið havt var­a­nevnd­ar­lim­ur í Føroya Arbeiðarafelag,
- at S&K-felagið á að­­a­l­fund­­­u­num í Føroya Ar­beið­­ar­­­a­­fel­­ag hava havt rætt at greiða atkvøðu við lut­­fals­­ligu mongu atkvøðum teirra, og hava tey tí havt lut­fals­liga stóra ávirkan á tær at­kvøð­u­greiðslur, sum hava verið á aðalfundum í felag okkara,
- at limir í S&K-fel­ag­n­um heitti á nevnd fel­ags­ins um at út­seta fundin, har útmelding úr Føroya Ar­beið­arafelag var á skránni, men at hetta varð noktað teimum, hóast hes­ir limir vístu á at teir ikki kundu møta á fundi hendan dag,
- at limir í S&K-fel­ag­num hava víst á, at frá­boð­anin um aðalfundin í S&K-felagnum, á heimasíðu felagsins hevði upplýsingar um at melda seg til að­al­fundin, hóast slíkar treyt­ir fyri luttøku á aðalfundi ikki eru fyr­i­skrivað­ar í lógunum hjá S&K-fel­ag­num og held­ur ikki eru brúk­ar áður og heldur ikki seinni, tá að­al­fund­ur í S&K-felagnum er lýstur,
- at 57 limir í S&K-fel­ag­­num atkvøddu fyri at melda felagið úr Føroya Ar­­beið­­ara­felag,
- at um tað er rætt sum Pætur Nicl­a­sen segði í út­varp­inum, at S&K-felagið hev­ur uml 1000 limir, so hava 5,7 % av limunum í S&K-felagnum atkvøtt fyri útmelding úr Før­oya Ar­beið­ar­a­felag,
- at limir í S&K-fel­ag­num hava víst á, at iva­s­amt er, um ein leiðsla í ein­um fakfelag eigur at taka eitt slíkt stig sum at melda seg úr einum meg­in­felag, tá ein so lítil part­ur av samlaðu limum fel­ags­ins hava akvøtt fyri út­meld­ingini,
- at Eftir­lønar­grunn­ur­in hjá Føroya Ar­beið­ar­a­fel­ag hevur havt eitt mun­andi størri av­kast enn tann skipan, sum leiðsl­an í S&K-felagnum nú hevur gjørt fyri limir sínar,
- at tað tí er beinleiðis skeivt, at leiðslan í S&K-fel­ag­num hevur skaffa lim­um sínum eina betri eft­ir­løn­ar­skipan enn tann sum gald­andi er fyri limirnar í Føroya Ar­beið­ara­­felag,
- at eitt fakfelag fær tær lívs­trygg­ing­ar­skip­an­ir, sum fel­øg­ini ynskja at gjalda fyri, og at skulu t. d. lívs­­trygg­ing­­a­r­upp­­hædd­irnar hækka, so verða tryggingargjøldini eis­ini hækkað,
- at umsiting­ar­út­reiðsl­ur­nar hjá lívs­trygg­ing­ar­fel­ag­num, sum S&K-felagið nú hev­­ur gjørt avtalu við eru nógv hægri enn tær um­sit­ing­­a­r­­­út­reiðsl­ur, sum galdandi er fyri lívstryggingarskipanina og eftirlønarskipanina hjá Før­­oya Arbeiðarafelag,
- at hægri um­sit­ing­ar­út­­reiðsl­­ur merkir, at fleiri av teim­um krón­um, sum limirnir rinda inn til skipanina fer til tryggingarfelagið, og færri krónur verða til at gjalda ávíkavist eftirløn og lívs­trygging hjá limunum í fak­fel­­agnum.
Vit fara sjálvsagt ikki at leggja okkum út í tær av­gerð­ir, sum limirnir í S&K-fel­ag­num taka, men tá for­maðurin í S&K-felagnum í almennum fjøl­miðli kemur við ó­full­fíggj­aðum og partvíst skeiv­um upplýsingum, so er ney­ð­ugt hjá okkum at koma við hesari rættleiðing.
Tórshavn, 20.12.2006