Fleiri misskiljingar og feilir hava verið í teirri skriving, sum seinastu tíðina hevur verið í Dimmalætting, um børn og ung, sum hava uppihald á stovni í Danmark. Við hesum fara vit at gera nakrar rættleiðingar og viðmerkingar til tað, sum er komið fram.
Onki barn heim í úrtíð
Til at byrja við skal viðmerkjast, at tað er við ringum tannabiti, at Almannastovan í førum sær seg noyddan til at viðmæla, at børn og ung fara á stovn í Danmark.
Eitt afturvendandi uppáhald í skrivingini hevur verið, at Almannastovan hevur avgjørt at taka fleiri ung heim í úrtíð, mitt í einum skúlaári. Hetta má Almannastovan afturvísa. Vit hava mælt landsstýriskvinnuni til at framleingja øll uppihald hjá ungum á donskum stovni við tilknýttari skúlagongd.
Í tí eina førinum ynskti landsstýriskvinnan tó, at kannast skuldi enn einaferð, um hóskandi tilboð var til drongin í Føroyum, áðrenn hon tók støðu. Tí bleiv uppihaldið í fyrstu atløgu bara longt til 1. oktober, meðan Almannastovan kannaði hjá skúlaverkinum, um serligt skúlatilboð til ung við ADHD og bútilboð á næmingaheimi kundi útvegast. Svar kom frá skúlaverkinum fyri nøkrum døgum síðan. Niðurstøðan varð, at drongurin vegna aldur ikki passaði so væl inn í tann bólkin, sum skuldi byrja í nýggja ADHD-serflokkinum. Upplýst varð eisini, at Næmingaheimið bara er ætlað ungum, sum ganga á Skúlanum á Trøðni. Landsstýriskvinnan boðaði sama dag Almannastovuni frá, at tilmælið hjá Almannastovuni frá juni mánaða um, at játta uppihald í Danmark eitt skúlaár aftrat, var gingið á møti.
Annars hevur Almannastovan í ár steðgað stovnsuppihaldi í Danmark hjá trimum ungum, sum hava varandi tørv á bú- og virknistilboði. Nærverkið hevur nú nøktandi tilboð til teirra. Avgerðirnar eru tiknar í samráð við familjuna.
Hvør er uppgávan hjá Almannastovuni?
Misskiljingar sýnast at valda, tá tað kemur til uppgávuna hjá Almannastovuni í hesum høpi. Almannastovan kemur bara inn í slík mál, tá vanligu skipanirnar rundanum tann unga ikki virka nøktandi í mun til tørvin hjá viðkomandi og ongi tilboð eru í hesum samfelag, sum kunnu hjálpa barninum. T.v.s. tá familjur og børn hava fingið sosialar trupulleikar av, at barnið ikki gongur í skúla og ongin serskúli, ráðgevingar- og viðgerðarstovnur er, sum kunnu hjálpa barninum og familjuni.
Almannastovan roynir í fyrstu atløgu at hjálpa við at fáa vanligu skipanirnar at virka soleiðis, at barnið kann trívast. Tá tað ikki eyðnast, er tað uppgávan at tryggja, at tað tilboðið, sum barnið fær, er ført fyri at stuðla og menna barnið til eitt betri lív. Almannastovan skal sostatt ikki gera pedagogiskar "handliplanir" inni á teimum donsku viðgerðarstovnunumm ella serskúlunum. Tað eru tey sjálvi ekspertar í.
Sosialfakligi førleikin
Í skriving, sum hevur verið seinastu tíðina og fyrr í vár, hava kreftir verið frammi, sum hava roynt at sáa iva um fakliga førleikan hjá Almannastovuni at útinna sítt virksemi. Spurnartekin er sett við, um stovnurin er førur fyri at gera eitt nú tær metingar, sum skulu til fyri at seta í verk sosialar hjálparfyriskipanir.
Tað er altíð gott og konstruktivt at kjakast um okkara vælferðarskipanir, umsitingina av teimum, hvussu tær virka og um ábøtur eru neyðugar. Vit kundu tó ynskt okkum, at kjakið var meiri sakligt og fakliga undirbygt.
Almannastovan ivast ikki í, at okkara starvsfólk hava fakligan og persónligan førleika at umsita sosiallóggávuna, at tey gera eitt dygdargott sosialt arbeiði og umsita lógirnar rætt og skynsamt. Starvsfólkini, sum sita við kjarnuuppgávunum, hava útbúgving í sosialari ráðgeving og málsviðgerð, ella hava holla skrivstovuútbúgving. Harumframt eru fólk í starvi, sum hava hægri útbúgvingar innan løgfrøði, sálarfrøði, læknafrøði, samfelagsfrøði, fíggjarfrøði vm. Ein stórur partur av starvsfólkunum hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan almannaøkið. Hetta ger Almannastovuna til ein sterkan stovn at sita fyri almannaøkinum.
Almannastovan hevur heldur ikki grund til at ivast í dygdini og trúvirðinum í frágreiðingum og kanningum frá serkønum uttanífrá, herundir frá læknum, sálarfrøðingum o.ø., sum liggja til grund fyri okkara ráðgeving, fakligu metingum og avgerðum. Hagtølini hjá Kærustovninum tala fyri seg. Talið av avgerðum, sum vera broyttar av kærunevndini í almannamálum er lágt og støðugt minkandi.
Kunnu vit forsvara at senda børn av landinum?
Tá tað yvirhøvur kemur fyri, at børn og ung fara á serstovn uttanlands, er orsøkin, at onki nøktandi tilboð er í Føroyum, ið kann hjálpa teimum – og familjuni – at menna seg og læra at liva við sínum trupulleikum. Vit tosa um børn og ung, sum kunnu hava djúptøknar psyko-sosialar trupulleikar. Eitt nú við uppruna í breki sum t.d. ADHD ella Asberger syndrom. Tað er eftir okkara tykki at leggja stein omaná byrðu, at tey ungu, útyvir tungar persónligar trupulleikar, eisini skulu stríðast við at tillaga seg annað mál og aðra mentan langt burturi frá tí umhvørvi, tey eru uppvaksin í. Eitt danskt viðgerðar-/skúlatilboð er og verður tí altíð ein neyðloysn.
Vit mugu handla
Okkara samfelag hevur ein grundleggjandi trupulleika, tá vit framvegis eru noydd til at senda okkara ungu við ADHD-trupulleikum, sálarsjúku ella menningartarni av landinum. At tað yvirhøvur kemur so vítt, at ung og teirra familjur fáa so tungar sosialar og persónligar trupulleikar orsakað av breki barnsins, sigur okkum, at tær skipanir, sum varða av børnum og ungum í okkara samfelag, ikki megna sína uppgávu. Skipanirnar á námsliga, heilsuliga og sosiala økinum mugu styrkjast og mennast, so okkara børn við sertørvi kunnu fáa ta hjálp og tann stuðul, teimum tørvar.
Skulu vit koma okkum burturúr verandi støðu, er neyðugt at menna sernámsfrøðiligu ráðgevingina, so hon røkkur út til familjur, barnagarðar, skúlar og onnur, ið varða av barninum. Fólkaskúlin má fáa umstøður at menna námsfrøðiliga førleikan og skapa rúm og umstøður, soleiðis at børn við serligum tørvi koma at trívast og mennast. Sosialpedagogiskt viðgerðar- og skúlatilboð má gerast innan skúla- ella nærverk til ung við ADHD/Damp vm. Ung seinment og lættari menningartarnað mugu fáa eftirskúlatilboð, har tey fáa ment seg til eina so sjálvstøðuga og virkna vaksnamanna tilveru sum til ber. Og brúk er ivaleyst fyri sosialpsykiatriskum bú- og viðgerðarstovni í tilknýti til barna- og ungdómspsykiatriina fyri børn og ung, ið hava djúptøknar sálarligar trupulleikar ella sálarsjúkur.
Heldur enn at kanalisera pengar til danskar stovnar, átti peningurin at verði brúktur til fyriskipanir, sum bøta um støðuna hjá børnum og ungum við serligum tørvi og samstundis er við til at skapa arbeiði og fakliga menning her á landi.