Búnaðargrunnurin skal hervið koma við eini rættleiðing til tær skuldsetingar sum umboð fyri Í/F Sandá hava sett fram móti Búnaðargrunninum í tíðindasending hjá Sjónvarp Føroya fríggjadagin tann 3. oktober 2008
Sagt verður, at Grunnurin er stirvin, seinførur og ótíðarhóskandi og ikki førur fyri at taka støðu til stórar verkætlanir.
Viðkomandi umboð ivast somuleiðis í førleikanum hjá liminum, at viðgera slík mál, samstundis sum víst verður á, at stýrið fyri Grunnin er tilvildarliga skrúvað saman.
Grunnurin metir, at talan er um so álvarsligar skuldsetingar, at neyðugt er koma við eini rættleiðing til hesar útsagnir.
Tá Grunnurin verður ákærdur fyri at vera stirvin og seinførur, verður ivaleyst sipað til viðgerðina av tí umsókn, sum Í/F Sandá hevur sent Búnaðargrunninum 26. nov. 2006.
Grunnurin er bundin av ásetingunum í lógini viðv. teimum upplýsingum, sum skulu verða tøkir áðrenn Grunnurin kann realitetsviðgerða eina lániumsókn.
Í LL nr. 21 frá 17 mai 2004 stendur í § 7 Stk. 3.” Lán verða veitt sambært umsókn, ið veitir allar viðkomandi upplýsingar og undir hesum lýsing av endamáli, lýsing av verkætlan, rakstrarætlan, rakstrarroknskap og fíggjarstøðu v.m “.
Í kunngerð nr. 97 frá 22. desember 2004 um Búnaðargrunnin stendur harnæst at “Lán kann einans verða játtað, um raksturin kann bera lánið”.
Við útgangsstøði í lógkravdu krøvunum, bað Grunnurin við skrivi tann 12 desember 2006
Í/F Sandá um nakrar írestandi upplýsingar um verkætlanina, so umsóknin kundi leggjast fyri Stýrið til veruliga viðgerð og støðutakan.
Í/F Sandá svarar aftur við skrivi dagfest 11. januar 2007, viðlagt nakrar eyka upplýsingar.
Málið var síðan viðgjørt í Stýrinum fyri Grunnin og var í hesum sambandi avgjørt at biðja um at Íognarsáttmálin varð góðkendur av Búnaðarstovuni. Boðað var samstundis frá, at rakstrar- og gjaldførisætlanin frá Í/F Sandá nú varð send óvildugum serkunnleika til eftirkannan av framløgda rakstrarætlanini.
Áðrenn serkunnleikin hevði havt stundir at gjøgnumganga og eftirkannað málið vegna Búnaðargrunnin, boðaði eitt av umboðunum fyri Í/F Sandá pr. telefon frá tann 2. februar
2007, at Í/F Sandá nú tók umsóknina aftur og ikki ynskti, at Grunnurin gjørdi meira við málið.
Grunnurin váttar í skrivi til Í/F Sandá tann 26. februar 2007, at henda fráboðan nú er tikin til eftirtektar og, at grunnurin hereftir ikki ger meira við málið.
Aftaná hendir tað, at Í/F Sandá fær fígging úr P/F Føroya Banka og á hesum grundarlagnum fer undir verkætlanina um bygging av leysgongufjósi í Havnardali.
Eftir at leysgongufjósið er liðugt sendir Í/F Sandá tann 2 mai 2008 nýggja umsókn um fígging til Búnaðargrunnin.
Málið verður enn einaferð lagt fyri óvilduga serkunnleikan til støðutakan.
Eftir at serkunnleikin hevði givið sítt tilmæli, svaraði Grunnurin aftur við skrivi dagfest 21 august 2008, har boðað var frá, at umsóknin ikki kundi gangast á møti, m.a. vegna tess at verkætlanin ikki leyk treytirnar í kunngerð nr. 97 frá 22. desember 2004 um: At Búnaðar-grunnurin einans kann játta lán um raksturin kann bera lánið”.
Vísandi til frammanfyristandandi málsgongd, skal Grunnurin gera vart við, at málsviðgerðin hvørki hevur verið stirvin ella seinfør, men hevur fylgt vanligum mannagongdum innan ásettu lógarkarmarnar.
Viðv. páhaldinum um at stýrið fyri Grunnin er tilvildarliga skrúva saman, skal bert vísast til ásetingarnar í § 11, har tað er ásett, at Búnaðargrunnurin verður fyrisitin av einum stýrið við
5 limun, sum skulu hava innlit í løgfrøði, búskap fyrisiting og landbúnaðarvinnu.
Fastar mannagongdir eru fyri val av stýrislimum, so her ræður ongin tilvild.
Viðv. skuldsetingini um vantandi førleika hjá stýrislimunum og leiðsluni í Búnaðargrunninum um at viðgerða størri verkætlanir, so er henda útsøgn á einum slíkum persónligum støði, sum Grunnurin ikki kann gera nakrar viðmerkingar til. Hetta má verða upp til hvønn einstakan at døma um.