Rættleiðing til Dimmalætting

Jenis av Rana
Bill Justinussen

Undirritaðu tingmenn fyri Miðflokkin vilja hervið koma við eini rættleiðing til greinina í Dimmalætting hósdagin 10-11-2005 við heitinum Tú sleppur aldri inn um Himmalsins portur. Við hesum verður gjørt vart við, at nevnda útsøgn ikki varð søgd av undirritaðu ella øðrum umboðum fyri Miðflokkin. Sum tað eisini kemur fram í greinini, vóru tað fleiri av fundarluttakarunum, sum tóku frástøðu frá útsøgnini og vístu á óhóskandi málburðin.
Miðflokkurin hevur ongantíð víst annað enn kærleika til tey homosexuellu, og at teimum tørva tað frælsið, sum bara Frelsarin kann geva teimum. Tað harmar undirritaðu aftaná ein góðan og positivan kjakfund, har øll komu til orðanna  eisini tíðindafólkini  at Dimmalætting á forsíðuni snildisliga roynir at knýta nevndu útsøgn afturat Miðflokkinum.