Mikudagin 12. apríl skrivar Dimmalætting undir yvirskriftini "Fíggjarmálastýrið segði nei til eykajáttan til SvF" um spurningin um eykajáttan til SvF. Greinin byggir á eitt bræv frá Fíggjarmálastýrinum, dagfest 15. juli 1999 til Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Tíverri hevur greinskrivarin misskilt hetta brævið.
Av greinini kann ein lesari, sum ikki kennir hetta mál, fáa ta fatan, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið fyrst í juli 1999 hevði biðið Fíggjarmálastýrið um loyvi at geva SvF atgongd til gjaldføri landskassans og fingið nei. Hetta er ein misskjiling.
Tað, sum Dimmalætting umtalar, snúi seg um møguleikan at útvega SvF heimild til at taka ein kassakreditt. Hesin møguleiki varð av Fíggjarmálastýrinum útilokaður við brævinum frá 15. juli 1999.
Fíggjarmálastýrið staðfesti í skrivi dagfest 19.07.99 til Undirvísingar- og Mentamálastýrið, at landskassin var bundin av halli sjónvarpsins 1998 og av teimum bráfeingis skyldum, sum sjónvarpið hevði pr. dags dato. Í sama skrivi varð mælt Undirvísingar- og Mentamálastýrinum til at søkja um eykajáttan og varð hetta gjørt sama dag. Fíggjarmálastýrið segði ikki nei, men ja til eykajáttan, og tað sama gjørdi ein samdur landsstýrisfundur tann 19.juli 1999.
Men, sum kunnugt, varð fíggjarnevndarskjalið (umsóknin um eykajáttan) uttan viðgerð avvíst av fíggjarnevndini tann 21. juli 1999. Nú var talan um neyðstøðu, tí "landskassin var bundin av teimum bráfeingis skyldum sum SvF hevði". Landsstýrismaðurin í mentamálaum gav tí SvF atgongd til gjaldføri landskassans. Hetta var gjørt við støði í galdandi játtanarreglum.
Tórshavn 12. apríl 2000
Jóannes Dalsgaard