Rættleiðing til grein í Oyggjatíðindum

Í Oyggjatíðindum tann 2. mai er grein undir yvirskriftini ?Løgmaður fingið klagu um mentamálaráðharran?.

 

Jóannes Dalsgaard

2.mai 2001



Í Oyggjatíðindum tann 2. mai er grein undir yvirskriftini ?Løgmaður fingið klagu um mentamálaráðharran?. Í greinini verður m.a. skrivað: ?Okkara upplýsingar ganga út uppá, at Jóannes Dalsgaard inkasserar slaka millión árliga fyri bæði størvini, men er bara ongantíð at síggja á landsskjalasavninum?.

Sipað verður til, at mær tænastuliga er álagt at virka sum stjóri á Landsskjalasavninum, nú eingin stjóri er á stovninum, starvið blokerað og tí ikki kann verða lýst leyst. Hetta er ein fyribils skipan, sum vónandi skjótt fær enda.

Fyri góðan ordans skuld skal verða upplýst, at eg ikki fái løn fyri at røkja starvið sum leiðari av landsskjalasavninum.

Tað skal eisini verða upplýst, at eg eri á Landsskjalasavninum hvønn dag í vikuni. Skuldi tað borist mær frá, røkir annar embætismaður í Mentamálastýrinum uppgávu mína við atliti at savninum.